Neistin-KÍF 26-31 (11-15)
Høllin á Hálsi var stúgvandi full av fólki, tá endaspælið fór í gongd í Atlantic Airways deildini hjá monnum við dysti ímillum Neistin og KÍF.
Neistin hevur havt eitt gott kappingarár í ár, og í at kalla alt grundspælið hava teir ligið og spælt við í oddinum. Síðstu dystirnar í grundspælinum var gongdin tó ikki so góð hjá Neistanum, so nú skuldu teir royna at fáa eina góða byrjan uppá endaspælið.
Hjá KÍF hevur heldur ikki gingið so gali. Teir lógu leingi á fjórða plássi, men móti endanum av grundspælinum fór Kyndil fram við teimum á stigatalvuni, so undan dystinum móti Neistanum vóru teir at finna á 5. plássi í bestu mansdeildini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$KÍF legði grundina
Sjálvt um tey flestu mundu hava Neistan sum favoritt henda dagin, so vóru tað tó kollfirðingar sum løgdu støðið mest sum beinanvegin. Teir løgdu seg á odda frá byrjan av, og sjálvt um Neistin svaraði aftur, so tóktust leikararnir hjá KÍF at vera sera uppsettir til dystin.
Serliga verjan hjá kollfirðingum tóktist geva neistamonnum stórar trupulleikar. Neistin fekk slett ikki álopið at koyra orsaka av ágangandi verjuni, og tá knappir 20 minuttir vóru farnir, hevði Neistin bara skorað fýra ferðir. Tá var støðan 8-4.
Sum hálvleikurin leið kom Neistin tó betur við í dystin. Síðstu løtuna hekk álopsspælið betur saman, og teir byrjaðu at fáa bóltarnar í málið. KÍF megnaði tó at halda leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær tíðliga í dystinum, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 15-11 til gestirnar úr Kollafirði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neistin nærkaðist
Ikki er lætt at vita, hvat venjarin há Neistanum hevði sagt við sínar menn í hálvleikinum, men teir komu út sum eitt ódnarveður fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og mest sum alt fyri eitt høvdu teir minka um munin, soleiðis at tað nú bert vóru tvey mál á muni.
Tað gekk tó ikki long tíð, so byrjaði KÍF at fóta sær, og róliga øktu teir aftur um leiðsluna. Men leikararnir hjá Neistanum tóktust sera tendraðir fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og teir settu øll segl inn fyri at vinna leiðsluna aftur, sum KÍF hevði tryggjað sær undan hálvleikinum. Sum seinni hálvleikur leið minkaði leiðslan hjá kollfiðringum støðugt, og tá eitt gott korter var farið, minkaði Áki mørk um munin niður í 20-21, og nú var bert eitt mál á muni á liðunum báðum. Nú var dysturin aftur púra opin.
Sjálvt um Neistin spældi væl hesa løtuna, so tóktust leikararnir hjá KÍF at hava fult tamarhald á støðuni. Spakuliga byrjaðu teir aftur at økja um leiðsluna, og tá 10 minuttir vóru eftir, vóru aftur 4 mál á muni.
Nú gjørdi Neistin eina síðstu roynd at fáa KÍF aftur, og teir valdu at fara út at mansverja bæði Damir Oros og Daniel Rapa. Hetta nervaði tó ikki hinar kollfirðingarnir, sum megnaðu at økja enn meir um leiðsluna, tá teir fingu so gott pláss at spæla í.
Tá dómarin floytaði seinastu ferð vísti talvan 26-31, og sostatt vann KÍF ein ruddiligan og uppibornan sigur á Neistanum. Við sigrinum hava teir nú vunnið seg uppá 4. plássið, har teir liggja beint í hølunum á bæði Neistanum og StÍF.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fakta
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neistin-KÍF 26-31 (11-15)
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neistin: Áki Mørk 9 (1), Jugoslav Djumic 8, Tróndur Kragesten 4, Blagoje Buha 3 (1), Carl Herup Olsen 2
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$KÍF: Damir Oros 11, Daniel Rapa 8 (1), Rógvi Weyhe 7, Gert Hansen 2, Teitur Joensen 2, Niklas Reginsson 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brotskøst: Neistin 4, KÍF 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar: Neistin 2, KÍF 2
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen