KÍF lat leygardagin sítt ískoyti til vánaligu byrjanina hjá Kyndli í hesum árinum. KÍF hevði vitjan av Kyndli, og tað endaði við, at KÍF fekk síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum, tá teir vunnu dystin 27-25.
Tað gekk javnt fyri seg allan dystin, men fyrsta partin av seinna hálvleiki økti KÍF leiðsluna upp í fimm mál, áðrenn Kyndil fótaði sær aftur.
Í fyrra hálvleiki var Kyndil framman fyri mesta av tíðini. Teir løgdu gott fyri, og fyrstu løtuna gekk tað væl at spæla seg fram við KÍF-verjuni, samstundis sum teir kláraðu at verja væl fyri.
Móti endanum av fyrra hálvleiki kom KÍF fyri seg, og fram móti hálvleikssteðginum løgdu teir seg fram um. Eina løtu spældi KÍF bara við trimum spælarum, tí útvísingarnar fuku um oyruni á teimum seinastu minuttirnar fyri steðgin. Teir kláraðu tó at halda fast um leiðsluna, sum teir høvdu við sær til hálvleik.
Hingu í
Í seinna hálvleiki legði KÍF harðliga fyri, og teir skoraðu trý mál beinanvegin til støðuna 16-12. Hetta gav Kyndlaliðnum ein rættiligan kvøkk, og tað tók góða løtu, áðrenn teir komu fyri seg aftur.
Teir royndu at hava time-out og manna seg upp aftur, og tað hjálpti eisini. Eftir time-out gjørdu teir trý skjót mál, og so mátti KÍF-venjarin kalla sínar menn saman eina løtu.
Seinasti parturin av dystinum gjørdist tættur og spennandi. Kyndli stríddist fyri at fáa stinnu kollfirðingarnar aftur, og teir minkaðu til 24-23, men seinastu minuttirnar syrgdu Jákup Dam, Regin Petersen og Kristian Madsen fyri, at KÍF var omaná, tá avtornaði.
Dysturin var eitt satt vónbrot hjá Kyndli, sum nú liggur ájavnt við KÍF í botninum. Bæði liðini hava tvey stig, og nú er tað bara Tjaldur, sum einki hevur fingið í sín stigaposa higartil.
Dysturin í tølum:
KÍF-Kyndil 27-25 (13-12)
Málskjúttar:
KÍF: Djurica Tomic 8, Iilja Topic 4, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 4, Jákup Dam 4, Petur Martin Poulsen 2, Vagnur Johannesen 1.
Kyndil: Janus Einar Sørensen 7, Høgni Klein 7, Ragnar Simonsen 3, Jónleif Sólsker 2, Leif Mikkelsen 2, Pætur Dahl 2, Roar Nielsen 1, Josef Abrahamsen 1.
Brotskøst: KÍF 2, Kyndil 8
Útvísingar: KÍF 8, 3
Dómarar: Petur Skeel og Kristian Johansen