Hondbóltur
Tað tók sína tíð hjá KÍF, sum ikki kom á talvuna, fyrr enn teir fyri viku síðani bastu Kyndli. Men tað var nú nær við, at stigatalið varð økt longu sunnudagin, tá H71 vitjaði.
Við Damir Oros á beinkinum vóru kollfirðingar annars skerdir undan dystinum, men tað løgdu spælararnir nú ikki so øgiliga nógv í. Eitt nú tí ársins spælari í júst lidnu fótbóltslandskappingini – Arnbjørn T. Hansen – nú aftur er til reiðar at taka nøkur tørn á hondbóltsvøllinum.
Fyri setðgin var tað soleiðis KÍF, sum hevði betra takið, meðan H71 hinvegin als ikki fekk gongd á sítt spæl.
Fyrsta korterið eftir steðgin vísti seg tó at verða avgerandi. KÍF steðgaði mest sum púrasta upp, tá gestirnir veruliga fingu verjuna upp at koyra, og so kundu hoyvíkingarnir toga seg nøkur mál framum.
Við sigrinum heldur H71 fast í trýstinum móti oddinum, har teir kappast við Neistin og StÍF í royndunum at elta VÍF. KÍF tykist hinvegin ikki hava styrkina, sum skal til fyri at røkka nøkrum finaluplássi. Men eins og teir so ofta hava gjørt tað fyrr, so prógvaðu teir aftur hesaferð, at nakran lættan er talan sjáldan um hjá mótstøðuni, hóast stigatalvan boðar frá stórum muni.
Fakta um dystin
KÍF-H71 20-23 (12-11)
10 min: 4-4
20 min: 9-7
40 min: 14-15
50 min: 16-19
Málskjúttar
KÍF: Arnbjørn Hansen 8, Andreas Nielsen 3, Rógvi Weihe 3, Regin Petersen 2, Niclas Reginsson 2, Jákup Trúgvason 1, Ási Dam 1
H71: Regin Jensen 5, Janus Sørensen 4, Halgir Dahl Olesen 4(2), Esbern Patursson 3, Danni Syhler 3, Dánjal Tórgarð 3, Poul Kjartan Dam 1
Brotskøst: H71 3
Útvísingar: KÍF 5, H71 2
Dómarar: Kristjan Joensen & Karstin Joensen