KÍF spældi sum eitt brotið bein

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Teit Joensen seta orð á vónbrotið hjá kollfirðingum aftaná 23-28 (12-14) tapið ímóti Neistanum

 TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við Teit Joensen, sum skeyt fýra mál fyri KÍF, tá KÍF á heimavølli í Kollafirði tapti 23-28 (12-14) ímóti Neistanum í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini. Eitt úrslit, sum merkir, at KÍF er úti av kappingini meðan Neistin fer víðari til hálvfinalurnar.

 

- Vit spæla sum eitt brotið bein, sigur ein bersøgin og sjálvransakandi Teitur Joensen. Teitur Joensen sigur, at hann er skelkaður av, at liðið kundi spæla so illa í 48 minuttir. Fyrstu 12 minuttirnar stóð væl til, og tá var KÍF á odda 9-4, men restina av dystinum skoraði KÍF bara 14 mál meðan Neistin skoraði 24 mál seinastu 48 minuttirnar.

 

Teitur Joensen heldur, at teir fingu eitt miðalgott lið at líkjast einum FM-vinnara við ringa avrikinum hjá KÍF, men hann undirstrikar, at Neistin spældi klókt.