KÍ fær grikska mótstøðu

KÍ-kvinnur spæla í dag annan dystin í Champions League kapping á Kýpros

Kvinnuliðið hjá KÍ luttekur hesa vikuna í Champions League kapping á Kýpros. Talan er um bólkaspæl, har KÍ er í bólki saman við liðum úr Grikkalandi, Kosovo og av Kýpros. Tvey tey fremstu liðini koma víðari úr bólkinum.

Fyrstu dysturin hjá KÍ endaði við greiðum 0-5 tapi ímóti kýpriotiska Apollon, sum verður roknað sum sterkasta liðið í bólkinum.

Í dag skal KÍ spæla ímóti PAOK úr Thessaloniki í Grikkalandi. Í fyrsta dystinum spældi PAOK javnleik ímóti Hajvalia.

Dysturin millum KÍ og PAOK verður í dag kl. 14:45 føroyska tíð. Aftur í dag er sera heitt á Kýpros, og dysturin verður spældur í eini 35 hitastigum.