KÍF og Kyndil í kreppudysti í Kollafirði í kvøld

KÍF hevur als ikki ráð at tapa í kvøld - Kyndil jagstrar seinastu vónina

Okkaradeildin:

Klokkan 18.00: KÍF - Kyndil, Ítrottarhøllin í Kollafirði

Tað snýr seg um at halda fast í hálvfinaluvónunum, tá ið KÍF og Kyndil bresta saman í Kollafirði í kvøld.

KÍF byrjaði kappingarárið við at vísa seg fram í oddinum, og eftir sigrar á VÍF og H71 og einum javnleiki ímóti Neistanum í Havn, vóru kollfirðingar  millum heilt stóru favorittarnar í deildini.

Men síðani sigurin á H71 hevur KÍF siglt í tungum sjógvi. Ein sigur er komin til høldar ímóti Team Klaksvík, men í dystunum ímóti StÍF, Neistanum, H71, VÍF og Kyndli hevur KÍF einki stig fingið.

KÍF hevur framvegis átta dystir at røkka upp ímillum tey fýra fremstu, men helst skulu stig á borðið ímóti Kyndli í kvøld. Tá er bert eitt stig upp til VÍF á fjórða plássinum.

Tí kann hugsast, at vestmenningar halda við Kyndli í kvøld.

Tí Kyndil hevur havt eitt enn verri kappingarár enn KÍF, og úrtøkan hevur verið fýra stig ímóti Team Klaksvík og so ein sigur á KÍF, og neyvan munnu tey fýra fremstu óttast at Kyndil hóttir hálvfinaluplássini.

Men tað ber til, hóast tað skal ganga Kyndli sera væl í seinastu átta dystunum. Fyrsta treytin er at fáa øll stigini í Kollafirði í kvøld.'

Hetta er annar dystur av trimum at KÍF og Kyndil hittast í grundspælinum í Okkaradeildini.

Innanhýsis dystir

Kyndil – KÍF 26-24
Okkaradeildin: 12/10/2019
Málskjúttar Kyndils
Tummas Pauli Hanusarson7
Anders Risdal6
Tróndur Wardum4
Rógvi Dal Christiansen3
Jóni G. Viderø2
Janus Jakobsen2
Hjalti Mohr Jacobsen2
Málskjúttar KÍFs
Nicklas Selvig7
Rúni Joensen6
Teitur Joensen4
Andrias Nielsen2
Rani A. Højgaard2
Hørður Fannar Sigþórsson1
Ási Dam1

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71102902296118
2Neistin112992673214
3StÍF10285276913
4VÍF113062961012
5KÍF1027026379
6Kyndil10257267-106
7Team Klaksvík10215324-1090