Ikki síðani feløgini spældu tríggjar spennandi FM finalur í fjør, hevur so nógv staðið upp á spæl sum tá KÍF og H71 í kvøld møtast í fyrru hálvfinaluni steypakappingini hjá monnum.
KÍF var favorittur at fara við FM gullinum, eftir at hava ligið fremst í landskappingin allan vegin. Tað endaði við, at H71 vann triðu og seinastu finaluna, og fór heldur óvæntað avstað við gullinum.
í hesum kappingarárinum hevur KÍF havt takið á H71 við teimum sigrum á 31-27 og 29-21. Spurningurin er so, um H71 enn eina ferð megnar at koppa KÍF í einum avgerandi dysti.
Fyri H71 kemur tað illa við, at Bogdan Florea hevur havt ein skaða at dragast. Hann er ein avgerandi spælari hjá hoyvíkingum. KÍF skifti nógv út í dystinum móti Kyndil um vikuskiftið, og helst hevur tað verið við einum eyga á hálvfinalunum.
KÍF og H71 møtast nú tríggjar ferðir upp í slag. Tvær ferðir í hálvfinalunum í steypakappingini og eina ferð í Atlantic Airways deildini.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20.00
Coca Cola Cup steypakapping Fyrru hálvfinalur:
KÍF H71 20.00 (Beinleiðis á Rás2)
Í gjár:
StÍF VÍF 24-22










