Oddaliðið er á odda móti Neistanum í einsamalla dystinum í Atlantic Airways deildini í kvøld. Hálvleiksstøðan er 13-9 til KÍF.
Talan hevur verið um ein opnan dyst har bæði liðið hava gjørt rímuliga skjótt av í álopsspælinum. Neisitin hevur gjørt fleiri villir í álopsspælinum, og tað hevur KÍF revsað við skjótálopum. Bartal Kamban í málinum hjá Neistanum hevur havt fleiri góðar bjargingar.
Nicklas Selvig hevur verið ein av lykaleikarunum í fyrra hálveiki fyri KÍF. Hann hevur skotið sjey mál Beint fyri hálvleik fekk Teitur Magnusson tvey mál fyri Neistan, og er komin upp á fýra mál.
Neistin KÍF 9-13 (Hálvleikur)









