KÍF misti møguleikan

Høllin var á kóki seinastu minuttirnar, men tað eydnaðist Kyndli at halda fast um javnleikin, sum framvegis gevur teimum fyrimun í finalustríðnum

Kyndil-KÍF 31-31 (14-13):

Áskoðaraplássin vóru væl pakkað, tá KÍF sunnudagin vitjaði hjá Kyndli. Tað eru nærum 15 ár síðani, at KÍF seinast veruliga gjørdi um seg í FM-stríðnum, og vónin um eina endurtøku av finaluplássinum hevði veruliga fingið mann og kvinnu av húsum.
Hjá Kyndli hevur eisini vignast væl, og tí hevur grøni áskoðarahugurin eisini verið stórur seinastu vikurnar.

Óla Kristian í hopla
Tað var tó um reppið, at spenningurin fór úr dysitnum alt fyri eitt. Kyndil sýndi nevnliga nógv betra spælið fyrstu løtuna, tá gestirnir als ikki tóktust sálarliga klárir at spæla týðandi dyst.
Í Óla Kristian Djurhuus hevði KÍF tó ein málverja, sum var klárur frá fyrstu løtu. Og tað var fyrst og fremst honum at takka, at Kyndil ikki streyk avstað alt fyri eitt. Mongu villurnar frá KÍF góvu nevnliga Kyndli fleiri skjótálop, men á leið helmingurin av hesum vórðu steðgað av málverjanum, og so gjørdist munurin ongan tíð tann heilt stóri.

Damir & Daniel
Í spæli var talan kanska ikki um ta heilt stóru upplivingina. Kollfirðingarnir tóku broddin av Kyndli við at toga ferðina nakað niður, og tað gav ikki ætlaðu treytirnar til Høgna Klein og hinar hjá Kyndli, sum helst kunnu spæla skjótari hondbólt, enn nakar annar í landinum.
Tað testaði breiddin hjá Kyndli, men við væl uppløgdum Ken Zachariassen og Hjalta M. Jacobsen eydnaðist tó støðugt at fáa bóltin í KÍF-málið.
Í hinum endanum koyrdi KÍF einamest upp á bakkarnar, Daniel & Damir. Serstakliga var Damir glóðheitur, og tað tóktist vera líkamikið, hvussu verja og málverji háttaðu sær, tí vegin til meskarnar fann bólturin altíð.

Spenningur til tað seinasta
Tann gongdin tóktist als ikki hava hug at venda eftir steðgin, og eftir 6 minuttir og trý Oros-mál hevði Kyndils-venjarin eisini fingið nokk. Hann sendi mansverju út eftir Damir, og hetta tóktist eisini gera munin. Næstu løtuna hevði Kyndil hug at strúka avstað, men eftir eina útvísing fóru teir ikki undir konsekventu mansverjuna aftur.
Og so gjørdist endaspurturin óvanliga spennandi. KÍF tóktist hava munin, men tá teir ikki gjørdu sær dælt av kontra-møguleika til 31-30, kundu teir grønu taka leiðsluna. Tað eydnaðist tó KÍF at javna, men Kyndil hevði tó enn allar møguleikar at vinna. Ikki bara áttu teir seinasta langa álopið. Teir endaðu hetta eisini við tveimum monnum í yvirtali, tá fyrst Daniel Rapa fekk eina heldur bíliga útvísing, áðrenn Gert Hansen fekk eitt meira rættvíst reytt kort.
Men avgerandi bólturin vildi ikki innum. Jota bjargaði royndini hjá Hans Áka, men hóast hetta endaði við innkasti, so Kyndil varðveitti álopið, so vildi ikki bera til. Og ein beinleiðis tríggjar-metur á stólpan var seinasta royndin, sum, varð tveitt í dystinum.

StÍF fyri framman
Hjá Kyndli var javnleikurin tó ikki verri enn ilt. Hann ger, at teir nærum við vissu hava sett kollfirðingarnar av í oddastríðnum. Á pappirinum kunnu kollifirðingarnir enn gera seg galdandi, men teir eru verri enn Kyndil í innan hýsis uppgerðunum, og tí skal nógv laga seg rætt, um teir skulu vinna finaluplássið.
Hjá Kyndli ræður tí um at venda tankarnar móti komandi dystinum móti StÍF. Verða tvey stig fingin til høldar í teirra uppgerðini, so verður seinasti dysturin í endaspælinum bara ein upphiting til enn eina FM-finalu millum VÍF og Kyndil.

Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 31-31 (14-13)
Málskjúttar
Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 7, Rókur Akralíð 6, Janus Einar Sørensen 5, Ken Zachariasen 5, Hans Áki Dal Christiansen 4(2), Høgni Klein 3, Brian V. Poulsen 1
KÍF: Damir Oros 11(1), Daniel Rapa 8(1), Ingi Johannesen 4, Teitur Joensen 3, Gert Hansen 3, Rógvi Weihe 2
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 2
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 4
Diskvalifikatión: KÍF 1(Beinleiðis reytt)
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum