KÍF-kapping fyri tey yngru

Tilsamans 23 lið hava meldað seg til flogbóltskappingina fyri tey yngru liðini, sum KÍF skipar fyri leygardagin

Nú kappingarárið í flogbólti er av, hava summi framvegis hug at spæla eitt sindur aftrat, og tí hevur KÍF tikið stig til eina kapping aftrat fyri yngru deildirnar, sum verður í Kollafirði leygardagin. Tá freistin var úti, høvdu tilsamans 23 lið meldað til, og kappast verður í tilsamans fimm deildum.

Hjá kvinnuunglingum eru seks lið í tveimum bólkum, har Fleyr a, KÍF og Mjølnir b eru í bólki 1 og SÍ, Mjølnir a og Fleyr b í bólki 2. Umframt bólkaspælið verður finala og dystur um triðjapláss.

Hjá mansunglingunum eru trý lið – SÍ, Mjølnir og Muffinar – og tey spæla øll í einum bólki, so vinnarin av bólkinum verður somuleiðis vinnari av kappingini.

Sama mannagongd er hjá gentum 14 ár, gentum 12 ár og gentum 10 ár, har øll tey tilmeldaðu liðini spæla í einum bólki og bólkavinnarin vinnur kappingina.

Hjá gentum 14 ár eru liðini KÍF, Fleyr a, Mjølnir og Fleyr b, hjá gentum 12 ár Fleyr, Mjølnir a, KÍF a, Mjølnir b og KÍF b, og hjá gentum 10 ár eru liðini KÍF a, Fleyr a, KÍF b, Fleyr b og KÍF c.