Eftir fyrstu umførini í Atlantic Airways-kappingini sá alt út, sum tað plagdi. KÍF lá heilt har afturi og so roknaðu tey flestu við, at hini so spakuliga skuldu fara avstað. Men soleiðis vildu kollfirðingar tað ikki, og í løtuni eru teir heitastu favorittarnir at møta Neistanum í FM-finalunum.
Sunnudagin skal KÍF til Havnar at spæla ímóti Kyndli, sum fyri einari viku síðani fekk ein avsmurning á Skála. Lítið er at ivast í, at bæði lið fara at stríðast fyri lívinum, men endar KÍF sum vinnari, kann finalusessurin koma uppaftur nærri.
Tað krevur tó, at hini úrslitini eisini ganga eftir vild. H71, sum er á triðja plássi tekur á heimavølli í Hoyvík ímóti Neistanum, sum púra óvæntað tapti á heimavølli fyri VÍF sunnudagin, men tó má metast sum favorittur.
Dysturin í Vestmanna millum VÍF og StÍF er millum teir báðar stóru vinnararnar frá síðstu viku, og her fæst so at síggja, um VÍF megnar at lyfta seg av botnplássinum ella um StÍF langt um leingi er vaknað, eftir at fleiri mánaðir hava verið millum sigrarnar.