Hondbóltur: KÍF hevur sent klagu til HSF og vil vera við, at H71 nýtti ólógligan leikara í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Teir skulu tveitast úr kappingini og lata KÍF taka finaluplássið, siga teir í KÍF. H71 vísir hesi ákæruni aftur og vísir á, at felagið hevur fylgt øllum spælireglum HSF's
Fríggjadagin í síðstu viku spældi næstbesta liðið hjá H71 seinnu hálvfinalu í steypakappingini ímóti KÍF, og eftir at hava tapt tepurt við einum máli í fyrru hálvfinaluni, eydnaðist tað heldur óvæntað næstbesta liðnum hjá H71 at senda greiða oddaliðið í landskappingini út úr kappingini.
Eitt satt bragd, má sigast, men nú vil KÍF vera við, at sigurin ikki fór fram á rættan hátt, tí at H71 nýtti ein ólógligan leikara.
Ivamálið er málmaðurin
Í seinni hálvfinaluni, sum varð spæld í Hoyvíkshøllini fríggjakvøldið í síðstu viku, var tað 21 ára gamli Hanus Andrias Kristiansen, sum byrjaði í H71-málinum. Hann spældi tó ikki longri enn eitt korter, tá ið ein blaðungur og seinni stórspælandi Tóraldir Kollsker kom á vøllin.
Hóast Hanus at kalla onga ávirkan hevði á úrslitið í dystinum, so hevur Jan Ottosen, venjari hjá KÍF, snikkað eina klagu til, undirskrivað nevndin í felagnum, til HSF, har teir vilja vera við, at Hanus Andrias Kristiansen ikki lýkur krøvini fyri tað aldursmark, ið er sett fyri at ein leikari kann flyta frá besta- og niður á næstbesta liðið.
Grundgevingarnar hjá Jan Ottosen og KÍF síggjast í endurprentingini av klaguni, sum er viðheft hesi greinini.
Avleiðing av reglunum
Í hondbólti er tað einum felagi loyvt at hava fleiri lið tilmeldað í steypakappingini. Soleiðis er tað ikki í øðrum ítróttargreinum, eitt nú fótbólti. Spurdur, um hann metir regluverkið vera orsøkina til, at leikarar flyta á slíkan hátt ímillum besta- og næstbesta liðið, og at óhepna støðan er ein avleiðing av tí sama, er Jan púra avgjørdur.
- Tað er tað heilt greitt, at tað er. Føroyar er tað einasta landið í Heiminum, har tað er loyvt at hava tvey lið við í steypakappingini, sigur Jan Ottosen.
Ósamdir hoyvíkingar
Vit hava í morgun havt samband við nevndina í H71 hesum málinum viðvíkjandi, men hiðani koma ikki fleiri viðmerkingar, enn tær, ið tey vísa til á heimasíðu felagsins.
- H71 vil við hesum boða frá, at vit hava fylgt øllum galdandi kappingarreglum hjá HSF. Nevndin í H71 er sannførd um, at vit á ongan hátt hava forbrotið okkum inn á nakrar kappingarreglar, og eiga tí erliga og reiðiliga eitt av tveimum plássum í Coca Cola-steypafinaluni, skrivar nevndin í H71.
Málið liggur nú hjá HSF, og má avgerð helst koma haðani innan ov long tíð er gingin, tí nú eru færri enn tvær vikur til finalan skal spælast. Hon verður spæld 11. februar í høllini á Hálsi í Havn.
albinus@sosialurin.fo