KÍF hevur fingið gongd á

KÍF basti í gjárkvøldið einum av oddaliðnum í meistaradeildini hjá kvinnum, tá Dráttur var á vitjan. Hetta var annar sigurin á rað hjá KÍF, sum verliga tykist hava fingið gongd á spælið

Undan dystinum hóskvøldið ímillum KÍF og Drátt í meistaradeildini hjá kvinnum var greitt, at Dráttur við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á oddaliðnum, ÍF. Hjá KÍF ráddi bara um at fáa ein sigur, soleiðis at tær kundu sleppa enn longur frá Mjølni í botninum, samstundis sum tær kundu koma eitt fet nærri oddaliðunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dráttur fekk flúgvandi byrjan
Dráttur fekk tó nógv betru byrjanina uppá dystin. Í fyrsta setti tóktist slett einki at rigga hjá KÍF, samstundis sum Dráttur spældi sera væl.
Liðið er vágunum kom væl frá byrjan, og ikki gekk long tíð, áðrenn tær høvdu vunnið sær eina trygga leiðslu. Leiðslan hjá Drátti bleiv bara størri og størri, sum settið leið, og at enda vunnu tær fyrsta sett heili 25-11. Sostatt hevði Dráttur fingið eina flúgvandi byrjan í dystinum ímóti KÍF.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vend kom í
Í øðrum setti var gongdin tó heilt øðrvísi. KÍF valdi at flyta eitt sindur um uppá liðið, og hetta gav úrslit. KÍF setti seg veruliga á annað sett, og mitt í settinum høvdu tær vunnið sær eina trygga leiðslu. Móti endanum vóru tær eitt skifti á odda 21-13, men so steðgaði upp. Dráttur át seg eitt stig fyri og annað stig eftir inn á KÍF, men kvinnurnar úr Kollafirði megnaðu at halda tørn. KÍF vann settið 25-23, og so var dysturin púra opin aftur.
Í triðja setti var gongdin á leið tann sama, sum í øðrum setti. KÍF legði bragdliga fyri, og vann seg nøkur stig fram um Drátt. Móti endanum nærkaðist Dráttur aftur, men KÍF vísti góðan vilja og vann enn einaferð 25-23.
Nú var KÍF oman á í dystinum, og tær høvdu eisini verið betra liðið seinastu tvey settini. Var munurin ikki tann heilt stóri í øðrum og triðja setti, so var eingin sum helst ivi í fjórða setti. Enn einaferð setti KÍF seg á dystin frá fyrsta bríksli, og hesa ferð hildu tær tørn allan vegin. Tær vunnu trygt 25-18.
Sostatt vann KÍF dystin 3-1, og sigurin var fult uppiborin. KIF kempaði betur enn Dráttur henda dagin, og serliga blokkurin hjá kvinnunum úr Kollafirði gav Drátti stórar trupulleikar.
Við sigrinum hevur KÍF skapt rættiliga avstand niður til Mjølnir á aftasta plássið, og tær kunnu nú byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni.