Flogbóltur
Flogbóltslandskappingin fór í gongd um vikuskiftið, og longu fyrsta umfarið var okkurt úrslit, sum fekk onkur eygnabráð fram hjá flogbóltskønum.
Ikki tí. KÍF hevði longu í Fleyr-kappingini prógvað, at tær helst fóru at vera nakað drúgvar í ár, tá tær leiktu seg fram til finaluna, og leygardagin sýndu tær so enn einaferð, at tær ikki skulu roknast sum dumpikandidatar í ár.
Á heimavølli tóku tær ímóti meistarunum úr ÍF, og tað var heimaliðið, sum dróg longra stráðið, tá avtornaði. ÍF var annars liðið, sum kom best frá byrjan, men eftir at tær høvdu tikið sær av fysta javna settinum, var tað KÍF, sum setti dagsskránna. Tey bæði næstu settini vóru bæði jøvn men tá KÍF vann hesi bæði, tóktist mótstøðan vera farin. Seinasta settið endaði við tryggum 25-17, og so var fyrsta lítla sensatiónin greið.
Í hinum báðum dystunum í meistaradeildini hjá kvinnum gekk tað meira eftir ætlan, um so skal sigast. Á Giljanesi var TB á vitjan, og her gjørdist talan um tryggan 3-0 sigur. 3-0 var somuleiðis úrslitið á Klaksvik, har Mjølnir tók ímóti Fleyr.
Komandi vikuskifti eru aftur tríggir dystir á skránni, og tað er ikki frítt, at úrslitini um vikuskiftið hava givið sítt íkast til at skapa spenning um teir dystirnar. Hesa ferð fær KÍF vitjan av TB, og einki er at ivast í, at hetta er ein dystur, sum fer at geva eina ábending um, hvørjar vónir KÍF skal seta sær fyri árið. Í Fuglafirði skal ÍF royna at reisa seg, tá Mjølnir kemur á vitjan, og so líkist tað eini botnuppgerð, tá Dráttur fer til Havnar, har Fleyr tekur ímóti.
Bert ein dystur
Hjá monnunum var bert ein dystur leiktur hetta vikuskiftið. Eftir skránni skuldi talan annars verið um tveir dystir, men hond- og flogbólturin fekst ikki at passa saman í Hoyvíkarhøllini, og so máttu Fram og ÍF gera av at útseta dystin.
Tað gjørdist talan tó ikki um í Klaksvík, har Mjølnir tók ímóti Fleyr. Og eins og hjá kvinnunum, so gjørdist talan um tryggan sigur til heimaliðið. Fleyr er framvegis í holt við setningin um at byggja sær eitt nýtt lið upp, og tó at Mjølnir ikki hevði alt sítt besta fólk tókt til dystin, so megnaði Fleyr ikki at taka stig. Fyrsta settið var annars heilt nær við, men eftir at Mjølnir tók hetta við 26-24, so var tað líka sum greitt, hvønn vegin tað bar.
Komandi vikuskifti skulu tveir dystir leikast. SÍ fer á vitjan hjá Fleyr, og einki er at ivast í, at Sørvingarnir her vilja prógva, at tað ikki var av tilvild, at teir endaðu fremst í FK-kappingini hjá Fleyr. Og á Kambsdali verður satt brak, tá Mjølnir kemur á vitjan hjá ÍF. Dystirnir millum hesi bæði liðini hava verið sera undirhaldandi seinnu árini, og spurningurin tykist tí vera, hvat teirra er betri fyri í ár.