Undan dystinum í Trongisvági sunnudagin millum bestu kvinnuliðini hjá TB og KÍF í flogbólti lógu liðini jøvn í stigum á fjórða plássi. KÍF hevur tó havt betri gongdina seinastu tíðina. Og tær megnaðu eisini at halda fast um hetta við einum 3-1 sigri. Settúrslitini vóru 21-25, 19-25, 26-24, 23-25. Við sigrinum eru tær nú farnar fram við TB á stigatalvuni, og nú er KÍF einsamalt á fjórða plássi.