KÍF eyðmýktu grønu havnar­menninir

Hondbóltur 14 mál skiltu Kyndil og KÍF, tá fyrsti landskappingardysturin í hesum kappingarárinum var liðugur í gjár. Kollfirðingar flongdi Kyndil

Tað var eyðmýkjandi fyri Kyndil, tá dysturin var liðugur.
KÍF vann heili 41-27 á heima­vøllinum hjá grønu havnar­monn­unum.
Henrik Gerster, venjari, dugdi ikki at meta um styrkina hjá mans­liðnum hjá Kyndli í løtuni.
– Tað er eitt sindur trupult at siga, hvussu støðið hjá okkum er, tí venjingardystirnir hava verið bæði upp og niður, segði hann við heimasíðuna hjá Kyndli undan dyst­inum.
Tað ber brá av einum venjara, sum er ikki sannførdur um, at liðið fer at bjóða teimum ovastu av beinanveg.
Byrjanin hjá teimum grønu er alt annað enn sannførandi.

Runnu undan beinanveg
Kyndil spældi ongantíð við.
Tað var klassamunur alt fyri eitt, og kollfirðingar sendu aftur og aftur í málið handan Magnusi Matras, sum vardi málið hjá Kyndli.
Serliga royndist Ingi Johannesen væl. Hann var besti skjúttin hjá gestunum úr Kollafirði. Hann stóð fyri 11 av málunum hjá KÍF.

Bara fyrsti dystur
Úrslitið í høllini á Hálsi í gjár skal sjálvsagt takast fyri fyrivarni.
Dømini eru óteljandi, at lið hava lagt bragdliga fyri, men missur stevið seinni í kappingini. Tað eru eisini dømi um lið, sum koma illa frá landi, men fóta sær seinni. Tað ger Kyndil sum oftast.
Tí skal úrslitið ikki takast fyri meira enn tað var. KÍF hevur tvey stig, og Kyndil hevur einki stig.


Kyndil – KÍF 27-41 (12-21)
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
5. min.: 1-2
10. min.: 2-3
15. min.: 3-9
20. min.: 6-12
25. min.: 9-17
35. min.: 13-25
40. min.: 16-30
45. min.: 17-33
50. min.: 19-35
55. min.: 24-35

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9, Josef Abrahamsen 7, Rúni Johansen 3, Hans Arni B. Thomsen 2, Høgni Klein Olsen 2, Andrias Sólsker 2, Ludvík Súnason 1.
Útvísingar: 12
Venjari: Henrik Gerster
KÍF: Ingi Johannesen 11, Niklas Reginsson 6, Regin Petersen 5, Andrias Nielsen 5, Ási Dam 4, Teitur Joensen 3, Jákup Trygvason 2, Rúni Joensen 2, Tony Weihe 1.
Útvísingar: 8
Venjari: Jan Ottesen