KÍF er til reiðar

Eingin slingur var í hjá kollfirðingum, tá teir vitjaðu Neistan, tí KÍF gjørdi tað, sum skuldi til, og fekk roynt ymiskt, sum kann koma til góðar í FM-finaluni

Hóast kollfirðingar fyri langari tíð síðani hava vunnið seg í FM-finaluna, eru teir ikki sovnaðir. Tað gekk sjón fyri søgn í gjár, tá teir vunnu á Neistanum, ið enn einaferð fekk víst, at liðið er eitt spennandi framtíðarlið, sum heilt skjótt kann gera meira, enn bara at arga hini viðhvørt.
KÍF brúkti sjálvandi dystin til eitt og annað, og Jakob Jónsson er fullgreiður yvir, at tað er nú, hann kann spæla sær við hugskotini, tí tá finalurnar byrja, er tað ikki bara spæl meira. Tá skal hann vita o vera vísur í, at hann ger nakað, ið hann kann brúka.
Sum so ofta, so var nokk so nógv ferð á kollfirðingum, ið nokk ikki duga at taka tað heilt róligt, men hóast teir ikki slappaðu av, var Neistin alla tíðina við og royndi at pressa og hanga í. Tað bar tó ikki á mál hjá teimum bláu, tí høvdu teir hug at nærkast, brúkti KÍF sítt kanska sterkasta vápn, sum er skjótálopið, og tá kláraði Neistin ikki at fylgja við.
Men talan var um ein livandi dyst við rímiliga nógvum málum og undirhaldi, har tað sást, at KÍF er við at vera til reiðar til FM-finalurnar. Næsta mótstøðuliðið verður Team Klaksvík, og tað verður síðsti møguleikin at gera royndir, tí eftir tað snýr tað seg bara um at vinna FM og einki annað.

Neistin-KÍF 27-31 (13-16)
Neistin: Jugoslav Djumic 8, Teitur Magnusson 7 (2), Herbjørn Lava 4, Terji Mørk 3, Tórstein Balle 2, Sjúrður Thomassen 2, Andras Joensen 1
KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe 4, Rúni Joensen 3, Andrias Nielsen 3, Regin Petersen 3, Poul Finnur Egholm 2, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1, Tony Weyhe 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen