Í landskappingini vóru tey stavn um stavn um málstrikuna við 33 stigum í part, og hóast liðini eru ógvuliga ymisk, so varð roknað við einum tøttum og spennandi dysti ímillum KÍF og VÍF.
Fjepparar høvdu eisini gjørt nógv burturúr við at hittast undan finalunum og koma í rætta hýrin. Í Kollafirði hittust tey í góðari tíð at skunda undir sínar verandi meistarahetjur í bygdini, meðan tey í Vestmanna royndu at fáa tað at hanga saman við kvinnufinaluni, har VÍF jú eisini var umboðað.
VÍF byrjaði betur
Fyrsta finalan var í Vestmanna skíriskvøld kl.20.00, har høllin longu ein hálvan tíma undan dystarbyrjan var stúvað við áskoðarum. Høllin var at kalla tvíbýtt ímillum VÍF- og KÍF-fjepparar, men helst vóru tað heimaáskoðararnir, sum høvdu munin.
Tað var VÍF, sum av álvara tóktist at vera betur fyrireikað til hesa fyrstu finaluna á heimavølli, og tá ið átta minuttir vóru leiktir var longu 5-2 til heimaliðið. Serliga var tað Filip Jojic, sum átti lut í góðu byrjanini við trimum málum.
KÍF slepti tó ongantíð takinum og serliga var tað Hans Eli Sigurbjørnsson, sum tók sakina í egnar hendur fleiri ferðir. Hann skeyt átta mál í fyrra hálvleiki, har VÍF stundum var ávegis at renna avstað, men KÍF allatíðina helt seg í hølunum við tveimum ella trimum málum.
Hálvleiksstøðan var 15-13 til VÍF.
KÍF svaraði aftur
Í seinna hálvleiki var tað KÍF, sum fekk bestu byrjanina og við málum frá Andrias Nielsen og Rúna Joensen javnaðu til 15-15. Hetta fekk av álvara veruligt lív í dystin aftur.
KÍF hevði lagt nógva orku í at sleppa á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og hetta eydnaðist tá ið níggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Tað var Magnus Müller, sum legði kollfirðingar á odda 18-17.
Gongdin var tó framvegis púra jøvn og tveir minuttir seinni var VÍF á odda 19-18. Eitt nú kostaði harða KÍF-verjuspælið nógv brotskøst til VÍF, har Sámal Joensen var ein brandur at fáa bóltarnar í mál.
Áki fekk javnleik
Bæði væl og leingi fylgdust liðini stavn um stavn sum dysturin leið, og tá ið tveir minuttir vóru eftir stóð á jøvnum 25-25. Hans Eli Sigurbjørnsson, sum bæði var ein hóttan á vinstra bakki og á vinstra vongi, megnaði at leggja KÍF á odda 26-25 tá ið lítið av tíð var eftir – tó ikki ov lítið til at VÍF fekk stáplað eitt álop á beinini afturat.
Tað dróg nakað út, men við trimum sekundum eftir av tíðini setti VÍF upp til eitt skot, sum 17 ára gamli Áki Egilsnes tók sær av. Hann langaði bóltin í yvirleggjaran og inn, og í tí sama sum máltalvan broyttist til 26-26 broyttist tíðin til 60:00 og greitt var, at næsta finalan í Kollafirði fór at vera dysturin, har alt kundi avgerast.
Sjálvur segði hetjan, sum helt lív í VÍF-vónini, Áki Egilsnes, at tað ikki var ætlanin at skjóta í hesi avgerandi støðuni.
- Eg ætlaði mær ikki at skjóta, men tá ið eg sá, at viðleikararnir stillaðu seg í múr, so varð eg noyddur til tað. Eg ætlaði mær at skjóta ímóti longra horni, men eg varnaðist, at har var væl vart fyri, so eg hamraði til í styttra horn, segði Áki við Sosialin eftir dystin.
Til Kollafirðar
Var høllin í Vestmanna stúvað skíriskvøld, so var høllin í Kollafirði tað so sanniliga eisini leygarkvøldið. Men hvør vildi nú ikki síggja hetta finalubrakið ímillum grannarnar úr Vestmanna og Kollafirði, og tey, sum ikki sóu hana, mistu ein framúrskarandi spennandi dystarenda.
Púrasta jøvn vóru liðini fyrstu longu løtuna, og tað var ikki fyrr enn 18 minuttir vóru spældir, at eina liðið megnaði at vinna sær ein tveymálsmun. Tá var tað Nicklas Selvig, sum legði KÍF á odda 11-9.
Hetta lítla opið víðkaðsit til bæði 15-11 og 16-12 til KÍF, men tað var VÍF, sum fekk pyntað um í evstu løtu soleiðis at hálvleiksstøðan var 16-13 til KÍF.
Tíðliga í seinna hálvleiki rapaði spælið hjá VÍF fullkomiliga saman, og miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdist støðan 22-17 til KÍF. Tá sá púra vónleyst út hjá VÍF hesa løtuna, men júst sum tað sá mest vónleyst út vendist gongdin, og við fýra málum á rað minkaði VÍF heilt niður í 22-21. Hetta tók teimum bara knappar fýra minuttir, so ríkiligt av tíð var til at javna og fara eftir sigrinum.
Tað var tó KÍF, sum megnaði at halda einari teprari leiðslu – heilt til hálvur annar minuttur var eftir, tá ið ein væl spælandi Sámal Joensen javnaði til 25-25.
Tony Weihe legði síðani KÍF á odda aftur 26-25 áðrenn Áki Egilsnes – júst sum í fyrru finaluni – javnaði til 26-26 í evstu løtu.
Nøkur sekund vóru tó eftir og KÍF fekk tiltuskað sær eitt brotskast júst sum tíðin fór. Fleiri høvdu roynt seg frammanundan, men Niklas Simonsen í VÍF-málinum tók at kalla øll, og hesaferð var tað vestmenningurin Magnus Müller, sum varð settur at skjóta.
Hann sendi bóltin í málið til mikla gleði fyri alla kollfjarðarbygd, sum í stórum tali savnaðist inni á vøllinum at fegnast FM-heitið umvegis 27-26-sigur á VÍF í einari serstakliga tættari og spennandi FM-finalu.