KÍF er føroya­meistari

FM-finalan hjá monnum ímillum KÍF og VÍF kundi valla gerast meiri spennandi, enn hon gjørdist. Eftir 26-26 í fyrstu finaluni var alt víðopið í næstu finaluni, sum var eitt sekund frá at eisini enda 26-26 – men so fekk KÍF brotskast og vestmenningurin Magnus Müller sendi gullið til kollafirðar

Í landskappingini vóru tey stavn um stavn um mál­strikuna við 33 stigum í part, og hóast liðini eru ógvuliga ymisk, so varð roknað við einum tøttum og spennandi dysti ímillum KÍF og VÍF.
Fjepparar høvdu eisini gjørt nógv burturúr við at hittast undan finalunum og koma í rætta hýrin. Í Kollafirði hittust tey í góðari tíð at skunda undir sínar ver­andi meistarahetjur í bygd­ini, meðan tey í Vest­manna royndu at fáa tað at hanga saman við kvinnufinaluni, har VÍF jú eisini var um­boðað.

VÍF byrjaði betur
Fyrsta finalan var í Vest­manna skíriskvøld kl.20.00, har høllin longu ein hálvan tíma undan dystarbyrjan var stúvað við áskoðarum. Høllin var at kalla tvíbýtt ímillum VÍF- og KÍF-fjepp­arar, men helst vóru tað heima­áskoðararnir, sum høvdu munin.
Tað var VÍF, sum av álvara tóktist at vera betur fyri­reikað til hesa fyrstu final­una á heimavølli, og tá ið átta minuttir vóru leiktir var longu 5-2 til heimaliðið. Serliga var tað Filip Jojic, sum átti lut í góðu byrjanini við trimum málum.
KÍF slepti tó ongantíð tak­inum og serliga var tað Hans Eli Sigurbjørnsson, sum tók sakina í egnar hendur fleiri ferðir. Hann skeyt átta mál í fyrra hálvleiki, har VÍF stundum var ávegis at renna avstað, men KÍF alla­tíð­ina helt seg í hølunum við tveim­um ella trimum málum.
Hálvleiksstøðan var 15-13 til VÍF.
KÍF svaraði aftur
Í seinna hálvleiki var tað KÍF, sum fekk bestu byrjanina og við málum frá Andrias Nielsen og Rúna Joensen javnaðu til 15-15. Hetta fekk av álvara veruligt lív í dystin aftur.
KÍF hevði lagt nógva orku í at sleppa á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og hetta eydnaðist tá ið níggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Tað var Magnus Müller, sum legði kollfirðingar á odda 18-17.
Gongdin var tó framvegis púra jøvn og tveir minuttir seinni var VÍF á odda 19-18. Eitt nú kostaði harða KÍF-verjuspælið nógv brotskøst til VÍF, har Sámal Joensen var ein brandur at fáa bóltar­nar í mál.

Áki fekk javnleik
Bæði væl og leingi fylgdust liðini stavn um stavn sum dysturin leið, og tá ið tveir min­uttir vóru eftir stóð á jøvnum 25-25. Hans Eli Sigurbjørnsson, sum bæði var ein hóttan á vinstra bakki og á vinstra vongi, megn­aði at leggja KÍF á odda 26-25 tá ið lítið av tíð var eftir – tó ikki ov lítið til at VÍF fekk stáplað eitt álop á beinini afturat.
Tað dróg nakað út, men við trimum sekundum eftir av tíðini setti VÍF upp til eitt skot, sum 17 ára gamli Áki Egilsnes tók sær av. Hann langaði bóltin í yvirleggjaran og inn, og í tí sama sum mál­talvan broyttist til 26-26 broyttist tíðin til 60:00 og greitt var, at næsta final­an í Kollafirði fór at vera dyst­urin, har alt kundi avgerast.
Sjálvur segði hetjan, sum helt lív í VÍF-vónini, Áki Egilsnes, at tað ikki var ætlanin at skjóta í hesi av­ger­andi støðuni.
– Eg ætlaði mær ikki at skjóta, men tá ið eg sá, at viðleikararnir stillaðu seg í múr, so varð eg noyddur til tað. Eg ætlaði mær at skjóta ímóti longra horni, men eg varn­aðist, at har var væl vart fyri, so eg hamraði til í styttra horn, segði Áki við Sosialin eftir dystin.

Til Kollafirðar
Var høllin í Vestmanna stúv­að skíriskvøld, so var høllin í Kollafirði tað so sanniliga eisini leygarkvøldið. Men hvør vildi nú ikki síggja hetta finalubrakið ímillum grannar­nar úr Vestmanna og Kollafirði, og tey, sum ikki sóu hana, mistu ein fram­úrskarandi spennandi dystarenda.
Púrasta jøvn vóru liðini fyrstu longu løtuna, og tað var ikki fyrr enn 18 minuttir vóru spældir, at eina liðið megnaði at vinna sær ein tveymálsmun. Tá var tað Nicklas Selvig, sum legði KÍF á odda 11-9.
Hetta lítla opið víðkaðist til bæði 15-11 og 16-12 til KÍF, men tað var VÍF, sum fekk pyntað um í evstu løtu so­leið­is at hálvleiksstøðan var 16-13 til KÍF.
Tíðliga í seinna hálvleiki rapaði spælið hjá VÍF full­komiliga saman, og mið­skeið­is í seinna hálvleiki gjørd­ist støðan 22-17 til KÍF. Tá sá púra vónleyst út hjá VÍF hesa løtuna, men júst sum tað sá mest vónleyst út vend­ist gongdin, og við fýra málum á rað minkaði VÍF heilt niður í 22-21. Hetta tók teim­um bara knappar fýra minuttir, so ríkiligt av tíð var til at javna og fara eftir sigr­inum.
Tað var tó KÍF, sum megn­aði at halda einari teprari leiðslu – heilt til hálvur ann­ar minuttur var eftir, tá ið ein væl spælandi Sámal Joensen javnaði til 25-25.
Tony Weihe legði síðani KÍF á odda aftur 26-25 áðr­enn Áki Egilsnes – júst sum í fyrru finaluni – javnaði til 26-26 í evstu løtu.
Nøkur sekund vóru tó eftir og KÍF fekk tiltuskað sær eitt brotskast júst sum tíðin fór. Fleiri høvdu roynt seg framman­undan, men Niklas Simonsen í VÍF-málinum tók at kalla øll, og hesaferð var tað vest­menn­ingurin Magnus Müller, sum varð settur at skjóta.
Hann sendi bóltin í málið til mikla gleði fyri alla koll­fjarðarbygd, sum í stórum tali savnaðist inni á vøllinum at fegnast FM-heitið um­vegis 27-26-sigur á VÍF í einari serstakliga tættari og spenn­andi FM-finalu.
- - -

Skírisdag 17. apríl 2014, høllin í Vestmanna

VÍF - KÍF 26-26 (15-13)
VÍF: Áki Egilsnes 8, Filip Jojic 5, Mads Eriksen 4,
Sámal Joensen 3, Sámal Jákup Djurhuus 2,
Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 1, Zarko Pejovic 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Magnus Muller 5,
Andrias Nielsen 4, Nicklas Selvig 4, Tony Weyhe 2,
Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 1, Rógvi Weyhe 1
Dómarar: Uni Wardum og Dánjal Samuelsen


Leygardag 19. apríl 2014, høllin í Kollafirði

KÍF - VÍF 27-26 (16-13)
KÍF: Andrias Nielsen 10, Hans Eli Sigurbjørnsson 5,
Rógvi Weyhe 4, Nicklas Selvig 3, Rúni Joensen 2,
Magnus Muller 1, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 1
VÍF: Sámal Joensen 9, Filip Jojic 4,
Joen Pauli Høgnesen 3, Mads Eriksen 3,
Áki Egilsnes 2, Julian Olsen 1, Agnar Joensen 1,
Andrias Eriksen 1, Sjúrður Nielsen 1,
Sámal Jákup Djurhuus 1.
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen