KÍF einsamallir á finaluplássi

Talan var um sera avgerandi dyst í kapprenningini um pláss í FM-finaluni, og báðir partar løgdu sera nógv fyri í royndunum at basa mótstøðuni.

Ikki minst var talan um kontant verjuspæl, og í álopspartinum skiftust liðini um at skjóta seg framum.

Móti dystarenda tóktust hoyvíkingar hava vunnið sær eina avgerandi leiðslu, tá teir við 10 minuttum eftir komu tvey mál framum, men KÍF megnaði kortini at svara aftur. Teir skoraðu fýra ferðir á rað, og hóast tríggjar útvísingar seinasta minuttin, so megnaðu teir at halda gestunum aftanfyri til teir 60 minuttirnir vóru farnir.

 

Niklas Reginsson var hesa ferð besti málskjúttin hjá KÍF. Hann skeyt 8 mál. Dánjal Tórgarð skeyt 7 av málunum hjá H71.

 

KÍF-VÍF 26-25 (13-15)