KÍF bukaði nýggja liðið

KÍF-kvinnurnar vunnu sannførandi í sínum fyrta dysti á árinum, tá tær tóku ímóti Fleyr, sum aftur var at síggja í meistaradeildini. Størsti spurningurin eftir dystin er, hvat Fleyr ger í meistaradeildini

KÍF – Fleyr 3-0 (25-10, 25-18, 25-17)


Eftir ársaðalfundin hjá Flogbóltssambandinum fyrr í ár var tað serliga eitt mál, sum bleiv nógv umrøtt á fundinum og eftir fundin. Hetta snúði seg um besta kvinnuliðið hjá Fleyr, sum fekk meiriluta fyri at flyta upp í meistaradeildina, sjálvt um tær ikki høvdu vunnið 1. deild.

Leygardagin skuldi Fleyr so fyri fyrstu ferð í eldin í ár, tá tær vitjaðu í Kollafirði hjá KÍF, og eftir dystin kann bert staðfestast, at munurin á Fleyr og KÍF var risastórur. KÍF vann dystin 3-0, og ivi var ongantíð um úrslitið.


KÍF legði hart út

KÍF legði fyri sum eitt ódnarveður leygardagin, og í fyrsta setti fekk Fleyr ongantíð fótin fyri seg. KÍF legði seg á odda beinanvegin, og tær øktu eisini støðugt um leiðsluna ígjøgnum settið. Tá fyrsta sett var komið at enda, hevði KÍF vunnið 25-10, og so var støðið lagt fyri dagin.

Í øðrum setti var Fleyr heldur betri við. Tær royndu veruliga at geva KÍF-kvinnunum mótstøðu, men tá alt kom til stykkis var munurin millum liðini bara ov stórur. KÍF vann hetta settið 25-18, men hevði tað ikki verið tí at fleiri av royndu KÍF-leikarunum royndu at gera ymiskt smart hetta settið, so kundi sigurin verið væl størri.

Í triðja setti valdi KÍF at skifta ein stóran part av leikarunum út. Hetta skapti eitt sindur av forvirringi fyrstu løtuna, men tá hesar fyrst vóru blivnar heitar, so fór KÍF aftur støðugt frá Fleyr. Úrslitið av 3. setti gjørdist 25-17, og við hesum vann KÍF sín fyrsta dyst sannførandi.

Hjá Fleyr sá hinvegin ikki serliga lovandi út. Eingin ivi er um, at ungu leikararnir í felagnum hava góð evni, men at blaka eitt heilt lið av blaðungum leikarum í eldin í meistaradeildini tykist ikki vera rætta loysnin.

Nú skal Fleyr sjálvandi ikki avskrivast eftir fyrsta dystin, men eftir spælinum í Kollafirði at døma, so fer liðið at fáa tað sera, sera trupult.