KÍF brynjar seg til finaluna

Hondbóltur: Botnliðið Kyndil kundi einki gera við oddaliðið KÍF, sum vann greitt 26-15 og nú bara kann rigga til FM-finaluna

Menninir hjá Kyndli hava lyndi til at arga eitt sindur á heimavølli, men týskvøldið megnaðu teir einki at gera við oddaliðið KÍF. Tað sást, at avgjørdi profilur teirra, Miroslav Vladkov, ikki var við vegna skaða, og fingu teir bara 15 mál í 15-26-tapinum. Hálvleiksstøðan var 11-8 til KÍF.
KÍF staðfestir harvið um oddasessin og kann bara byrja at fyrireika seg til FM-finaluna, meðan Kyndil framvegis hevur tað einsligt á aftasta plássi.

Kyndil – KÍF 15-26 (8-11)

Kyndil: Ludvík Súnason (6) Julian Johansen (5) Hjalti Bachmann (1) Kristoffur Kristoffersen (1) Thorvald Abrahamsen (1) Hans Arni Thomsen (1)

Útvísingar: 5 x 2min.

KÍF: Nicklas Selvig (4) Hans Áki Dal Christiansen (3) Poul Finnur Egholm (3) Andrias Nielsen (2) Regin Petersen (2) Niklas Reginsson (2) Hans Eli Sigurbjørnsson (2) Rúni Joensen (2) Jákup Trygvason (2) Rógvi Weyhe (2)

Útvísingar: 6 x 2min.