Mjølnir-KÍF 0-3 (20-25, 18-25, 22-25)
Lagt var up til sannan gysara í botninum í meistaradeildini hjá kvinnum leygardagin, tá botnliðið, KÍF, var á vitjan hjá Mjølni, sum undan dystinum lá næstsíðst. Undan dystinum hevði KÍF ikki vunnið síðani fyrsta umfar, og tað vil siga, at tær høvdu tapt heili sjey dystir á rað. Mjølnir hevði hinvegin fingið best hugsandi upptaktina til botndystin ímóti KÍF, tá tær mikukvøldið vunnu 3-2 á oddaliðnum Drátti, eftir at tær taptu fyrstu tvey settini. Tí kundi hugsast, at Mjølnir fór at fáa enn ein sigur leygardagin.
KÍF legði bragdliga fyri
Men soleiðis var ikki. Frá fyrsta bríksli sást á øllum brøgdum, at KÍF var komið norður til Klaksvíkar at vinna dystin. Byrjanin av fyrsta setti var tó jøvn, og mitt í settinum førdi Mjølnir 10-9. Men so tók KÍF dik á seg. Tær fingu veruliga gongd á spælið, meðan Mjølnir ikki ordiliga fann rætta stevið. Sum settið leið vann KÍF seg longur og longur fram um Mjølnir, og kvinnurnar úr Kollafirði megnaðu eisini at vinna fyrsta settið 20-25.
Í øðrum setti sást frá byrjan av, hvat av liðunum var betri henda dagin. KÍF legði hart út, og skjótt høvdu tær lagt seg á odda 6-12. Nú var mótbrekkan stór hjá Mjølni, og sjálvt um tær royndu at vinna stigini inn aftur, so gekst strilti.
Løtu seinni hevði KÍF økt um støðuna upp í 10-18, og nú var settið í roynd og vera avgjørt. Úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-18 til KÍF. Sigast má, at KÍF var væl betri fyrstu settini. Serliga stórur munur var í álopspartinum, har álopið hjá KÍF var væl sterkari og meiri fjøllbroytt. Harafturat vóru móttøkurnar góðar hjá kollfirðingum henda dagin.
KÍF setti punktum
Í triðja setti rondi Mølnir at leggja størri trýst á KÍF. Tær kempaðu um hvønn bólt, og fyrst í settinum tóktist KÍF at slappa ov nógv av. Mjølnir megnaði eisini at vinna seg fram um, og mitt í settinum førdi Mjølnir 12-9. Men so tók KÍF sær um reiggj, og løtu seinni hevði KÍF vunnið seg fram um aftur, og nú var støðan knappliga 15-17 til KÍF. Eftir hetta skiftust liðini um at skora í eina løtu, og Mjølnir megnaði eisini at kempa seg inn aftur í settið. Móti endanum vunnu tær seg upp á 22-23, men so var eisini liðugt. KÍF vann síðstu tveir bóltarnar, og settið endaði 22-25 til KÍF, sum við hesum vann sín fyrsta dyst í landskappingini síðani 8. oktober, tá tær vunnu fyrsta dystin á heimavølli ímóti SÍ.
Við sigrinum hevur KÍF vunnið seg upp á fýra stig, og sostatt liggja tær undir liðuni á Mjølni. KÍF hevur tó nógv betri settmun, og tí eru tær komnar av aftasta plássi, har vit nú finna Mjølnir. Bæði Mjølnir og KÍF hava tó góð lið, og ikki er óhugsandi, at hesi liðini fara at vinna sær fleiri stig komandi dystirnar.