Fótbóltur
Eftir fjórða tapið fyrstu seks dystirnar varð fundur í KÍ-hølunum sunnukvøldið.
Á skránni var ítróttarliga gongdin,men Fríðin Ziskason, nevndarformaður, vil ikki siga, at talan var um nakran kreppufund.
- Vit høvdu eitt prát við spælararnar, har vit søgdu teimum, at vit framvegis hava fult álit á, at teir saman við venjarunum eru røttu menninir fyri at halda KÍ uppi millum tey bestu.
Men tit hava bara tvey stig eftir seks dystir. Sigur stigatalvan ikki eina aðra søgu?
- Tað ger hon sjálvandi, men hyggur tú at liðnum hjá okkum í ár, so eru vit ikki verri fyri nú, enn vit vóru í fjør. Teir fremmandu spælarar, sum vit høvdu , hava vit væl og virðiliga erstattað við okkara egnu spælarum, so á tí økinum hevur talan fyrst og fremst verið um fíggjarliga upprudding.
- Og eg haldi meg kunna siga, at tann uppruddingin hevur eydnast. KÍ er í dag væl fyri fíggjarliga. Og tað skal eingin ivi vera um, at vit ikki ætla okkum at sita hendur í favn, tá flytingarvindeygað letur upp tann 26. juni. Vit valdu tilvitað at rudda upp í spælarahópinum, og avtalan var, at vit vildu nýta fyrstu 14 umførini til at geva øllum ein erligan møguleika at royna seg. Men sigla vit framvegis vandasjógv til ta tíð, so gera vit sjálvandi tað, sum er neyðugt, fyri at rætta kósina, sigur Fríðin Ziskason.