KÍ er undir trýsti

KÍ fekk mál ímóti sær, tá ið ein stórur hálvur tími var farin

KÍ er í løtuni í størstu avbjóðing nakað føroyskt felag nakrantíð hevur verið í.

Fyrri hálvleikur er liðugur í Dublin, har Dundalk FC er á heimavølli.

Kanska hevur heimaliðið verið meiri á bóltinum, men KÍ hevur á ongan hátt verið niðurspælt. Fyrsta lítla hálva tíman var tað heilt javnt, men eftir at heimaliðið legði seg á odda hevur tað kenst sum um, at teir í Dundalk FC hava verið eitt sindur skjótari og hava spælt við størri sjálvsáliti, og at tað hevur kenst verið eitt sindur leysari í KÍ verjuspælinum.

Tað var í 33. minutti, at tað varð 1-0. Eftir framlegging úr høgru sá tað út til, at verjuspælið var ikki heilt so sannførandi, sum tað hevði verið fyrsta stóra hálva tíman, og so endaði tað við, at Sean Murray við høvdinum snittaði bóltin upp um KÍ málverjan, sum kendi seg noyddan at leypa fram úr málinum.

 

Dundalk FC – KÍ (1-0) kl. 19.30

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brink – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, David Škrbec, Jonn Johannesen, Ólavur Niclasen, Boris Došljak