KÍ er topplið

Tað er ógvuliga gott lag í KÍ ferðalagnum, sum nú riggar til at fara norður um aftur, eftir at klaksvíkingar fyri fyrstu ferð hava vitjað á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági.

Við 6-1 útisigri á TB hevur KÍ lagt seg á odda í landskappingini. Oddaliðið undan hesum umfarinum, EB/Streymur, megnaði í síðstu løtu at stríða seg til 1-1 á heimavølli ímóti B36, sum leingi hevði gott tak á og tóktist vera á sigurskós.

Í summarsteðginum hevur HB styrkt seg við trimum profilum, meðan NSÍ hevur fingið Pól Jóhannus Justinussen aftur í felagið. NSÍ liðið tóktist viknað, tí Pál Mohr Joensen og Óli Arge sambært leigusáttmálanum millum HB og NSÍ ikki høvdu loyvi at spæla ímóti HB.

Einki hefti kortini fyri NSÍ, sum er á veg úr Gundadali við 4-2 sigri. HB hevði bóltin mesta partin av tíðini, men tað gekk sera illa at fáa mál. Kristian Joensen var aftur í dag brandur í málinum, og NSÍ liðið var meistari í snarálopsspælinum.

B68 vann 2-0 á FC Suðuroy. Harvið hava toftamenn lagt seg upp á síðuna av TB í kappingini um at sleppa undan øðrum niðurflytingarplássinum.

 

16. umfar

EB/Streymur-B36 1-1

HB-NSÍ 2-4

B68-FC Suðuroy 2-0

TB-KÍ 1-6

Víkingur-ÍF mikudagin 1. august

 

Støðan

KÍ 33

EB/Streymur 31

Víkingur 29

ÍF 24

HB 22

B36 20

NSÍ 20

TB 18

B68 18

FC Suðuroy 3

Víkingur og ÍF hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.

 

 

Liðugt!

1-1

90 min.

1-1: Levi Hanssen

B36 verjan hevur verið ógvuliga sannførandi, men nú gekk ikki. Eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram eydnaðist tað Levi Hanssen at seta bóltin í málið. EB/Streymur drívur á!

 

85 min.

0-1

EB/Streymur hevur framt tvær skiftingar. Út eru farnir Pætur Dam Jakobsen og Leif Niclasen, og í teirra stað eru komnir Niels Pauli Danielsen og Arnar Dam.

 

80 min.

0-1

Viljin og tyngdin eru vorðin størri á EB/Streyma liðnum, og nú hava tað verið fleiri vandamiklar støður frammanfyri málið hjá Meinhardi Joensen. Størsta møguleikan fekk Levi Hanssen, eftir at Sorin Anghel legði sera væl innfyri, men Meinhard Joensen bjargaði.

 

70 min.

0-1

Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið. EB/Streymur hevur bóltin væl meiri, men tá ið teir spæla seg til skot, so ofra B36 spælararnir seg og blokera.

 

65 min.

0-1

B36 hevur mannað seg við tøttum verjugarði nakað frammanfyri brotsteigin, og EB/Streymur tykist ikki hava nakað amboð at bróta ígjøgnum.

 

60 min.

0-1

B36 er væl skipað í verjupartinum, og tað ber við sær, at heimaliðið hevur ilt við at spæla seg til møguleikar.

 

55 min.

0-1

Lukasz Cieslewicz hevur eftir gott gjøgnumbrot havt kiksaða roynd ímóti EB/Streyma málinum. Heimaliðið kennist vera betri upplagt í álopspartinum, enn tað var í 1. hálvleiki.

 

Hálvleikur!

45 min.

0-1

Nú teir eru farnir at hvíla seg, er B36 frammanfyri, og árstalsfelagið hevur verið leikliga omaná.

EB/Streymur hevur ikki fingið tak á samanspælinum ímóti fríska lotinum, og heimamenninir hava ikki verið neyvir í samanspælinum.

Sorin Anghel var fyrstu løtuna fremsti maður, men seinna partin av hálvleikinum hevur Levi Hanssen verið fremstur, meðan Sorin Anghel hevur roynt at fáa tak á sentrala miðvøllinum.

 

 

40 min.

0-1

Gongdin er tann sama.

 

35 min.

0-1

Bárður Olsen hevur havt risa møguleika eftir innlegg frá Jákupi á Borg, men bólturin brast í stólpan og so við síðuna av málinum aftanfyri René Tórgarð í EB/Streyma málinum.

B36 hevur framt eina útskifting. Súni Olsen er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Rasmus Dan Sørensen. Súni Olsen hevur annars verið sera eyðsýndur.

 

25 min.

0-1

Tað er lívligt, og tað gongur skjótt báðar vegir. Báðir partar tykjast leggja nógv fyri í deyðbóltsstøðum, og á báðum liðum eru spælarar, sum eru stinnir í luftspælinum.

Eitt fitt lot er við Margáir, og tað er B36, sum hevur vindin undan í 1. hálvleiki.

 

22 min.

0-1: Atli Danielsen br 21.

Meistararnir hava lagt seg á odda við brotssparki. Eftir langt innkast varð Jákup á Borg skumpaður í ryggin, og Lars Múller peikaði á ellivu metra blettin. Atli Danielsen var púra tryggur.

Higartil hevur B36 verið omaná.

 

15 min.

0-0

 

EB/Streymur-B36 kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jakobsen, Pauli G. Hansen, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen, Súni Olsen, Atli Danielsen, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

 

--

 

Liðugt!

 

1-6

Innskifti Ivan Joensen hevur syrgt fyri, at klaksvíkingar vinna við tennisúrslitinum 6-1!

 

 

80 min.

1-5: Andy Olsen

 

75 min.

1-4: Hjalgrím Elttør

KÍ liðformaðurin hevur verið framúr eyðsýndur í dag, og nú hevur hann við góðum máli økt um leiðsluna, so hon nú er 4-1. Hann royndi seg úr spískum í høgru, og bólturin sat í handara síðunetinum.

 

70 min.

1-3

TB hevur bóltin meiri, og KÍ er støðugt vandamikið í skjótum mótálopum.

Annar av KÍ miðverjunum, John Hammer, fór stutt undan steðginum av vøllinum, tí hann var skaddur, og í hansara stað kom Sørmundur Kalsø.

 

65 min.

1-3: Henry Heinesen

Tað er mangt, sum bendir á, at talan verður um nýtt oddalið eftir hetta umfarið. Nú hevur Henry Heinesen økt um KÍ leiðsluna eftir skjótt mótálop.

 

 

55 min.

1-2: Heðin Klakstein

Klaksvíkingar hava sera fríska lotið í Trongisvági ímóti sær, men tað hevur ikki darvað teimum fyrstu løtuna eftir steðgin.

Heðin Klakstein hevur ikki spælt so nógv á besta liðnum. Í dag fekk hann møguleikan frá fyrsta bríksli, og Klaksteinurin hevur við stúytara lagt KÍ framum aftur.

 

 

Hálvleikur

45 min.

1-1: Bárður Dimon

TB hevur stutt undan steðginum javnað. Eftir innlegg úr vinstru var tað miðvallarin Bárður Dimon, sum setti bóltin í málið, og lagið í TB leguni tykist munandi betri, enn tað leingi tóktist vera.

 

40 min.

0-1: Páll A. Klettskarð

So hevur KÍ fingið úrtøku burtur úr greiðu yvirvágini. TB hjálpti væl til. Talan var um afturlegging, sum ikki var nóg neyv, og tað gjørdi KÍ sær dælt av. Toppskjúttin og fremsti KÍ spælarin Páll A. Klettskarð kom ímillum og sendi bóltin framvið Predrag Markovic.

 

 

35 min.

0-0

Tað sirmar, og lotið er frískt. Heimaliðið hevur vindin ímóti, og TB hevur ilt við at fáa samanhangandi fótbóltsspæl í lag

 

30 min.

0-0

Klaksvíkingar hava verið greitt omaná, og KÍ hevur spælt seg til upplagdar málmøguleikar, men higartil hevur tað ikki eydnast KÍ at skjóta mál.

 

15 min.

0-0

 

TB-KÍ kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

TB:

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, John Hammer, Heðin á Lakjuni - Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen - Heðin Klakstein, Páll A. Klettskarð, Andy Olsen

 

--

 

Liðugt!

2-0

 

2-0: Kristian Anton Andreassen

Toftamenn hava við 2-0 sigri á FC Suðuroy syrgt fyri, at støðan hjá toftamonnum ikki viknaði í kappingini um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Sigurin ber við sær, at toftamenn hava lyft seg upp um strikuna.

Kristian Anton Andreassen staðfesti heimasigurin við stútara eftir innlegg.

 

 

Hálvleikur

45 min.

1-0

Heimaliðið hevur verið omaná, men munurin hevur ikki verið so ógvuliga stórur. FC Suðuroy var um reppið at spæla heilt ígjøgnum. B68 hevur havt tveir risa møguleikar.

 

 

30 min.

1-0

B68 er leikliga væl og virðiliga omaná, og so nógv tann mesti parturin av spælinum er á FC Suðuroy hálvuni. Gestirnir hava ilt við at fáa samanspæl í lag á heimahálvuni.

 

15 min

1-0: Bjarki Johannesen

Toftamenn hava lagt seg á odda ímóti FC Suðuroy. Bjarki Johannesen skoraði við høvdinum eftir innlegg úr vinstru

 

B68-FC Suðuroy kl. 15.00

Dómari: Rói Jacobsen

B68: Hans Jørgensen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen, Remi Langgaard - André Olsen, Jann Ingi Petersen, Nedende, Kristian Anton Andreassen - Bjarki Johannesen, Óli Olsen

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Dan Djurhuus, Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Jón Áki Jacobsen - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Jón K. Poulsen, Ingi Poulsen, David Asare - John Tordar Poulsen

 

--

Liðugt!

2-4

 

90 min

2-4: Vagnur Mohr Mortensen

HB hevur pyntað um. Miðverjin sendi fríspark upp í málhornið.

 

70 min.

1-4: Klæmint A. Olsen

Spenningurin tykist vera farin úr Gundadali, nú væl upplagdi toppskjúttin hevur skorað fyri aðru ferð.

 

60 min.

1-3: Rókur Jespersen

Miðvallarin hevur skorað við fínum langskoti, og tað tykist sum um, at heimamenninir hava fingið eitt sindur av móti aftur.

 

55 min.

0-3: Árni Frederiksberg

Tað gongur av skriðuni hjá hjá HB, sum higartil hevur havt bóltin nógv mesta partin av tíðini ímóti NSÍ.

Gestirnir úr Runavík eru við at geva heimaliðnum eina orduliga lektiu í, hvussu tað skal verjast og dúvast upp á snarálop. Árni Frederiksberg hevur eftir innlegg og fína temjing smekkað bóltin í málið, og fagnaðurin er øgiligur í skýlinum vestanfyri!

 

 

Hálvleikur

45 min.

0-2

 

40 min.

0-2: Pól Jóhannus Justinussen

NSÍ hevur fingið luft undir veingirnar, eftir at Klæmint Olsen við brotssparki legði teir gulu og svørtu á odda.

Síðstu løtuna hevur NSÍ verið væl betri við, og nú hevur Pól Jóhannus Justinussen økt um leiðsluna. Tað gjørdi hann eftir innlegg úr høgru.

 

30 min.

0-1: Klæmint A. Olsen br

NSÍ hevur skorað í Gundadali. Eftir langa frísparksframlegging úr høgru og fram í brotsteigin bríkslaði Rúni Gaardbo fyri brotssparki, tí hann metti, at HB spælarin hevði spælt bóltin við hondini.

HB hevur annars havt stóra leikliga yvirvág, men tað hevur ikki eydnast heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Kári Reynheim og hansara menn hava lagt stóran dent á verjupartin, og nú eru fyritreytirnar tí viðvíkandi uppaftur betri.

 

15 min.

0-0

 

HB-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur Gestsson - Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rókur Jespersen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andrias Frederiksberg, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen

 

Pál Mohr Joensen og Óli Arge eru ikki á NSÍ liðnum. Tað sigst vera partur av leigusáttmálanum millum feløgini, at teir ikki skulu spæla ímóti liðnum, sum hevur leigað teir út!