KÍ er steypavinnari

Kvinnurnar hjá KÍ vunnu leygardagin steypafinaluna ímóti AB. Bæði liðini høvdu nógvar kjansir at gera mál, men tað var sigursvanda liðið úr Klaksvík, ið endaði sum vinnari


Finalan í steypakappingini hjá kvinnum varð spæld á Tórsvølli leygardagin, og talan var um ein sera hendingaríkan dyst.
KÍ var favorittur til dystin, men AB royndi sítt ítarsta fyri at koppa liðnum úr Klaksvík.
KÍ legði betur fyri enn AB, og longu áðrenn 20 minuttir vóru farnir, hevði KÍ hevði lagt seg fram um 2-0. Bæði málini komu eftir hornaspark úr vinstru síðu. Fyrst var tað Vivian Bjartalíð, sum skallaði bóltin í málið, og síðani var tað Malena Josephsen, ið setti høvdið á og skoraði til 2-0.
Álopini skolaðu eftir hetta báðar vegir. AB spældi seg til fleiri góðar kjansir, og tað sama gjørdi KÍ.
Ab hevði bóltin í málinum einaferð, men málið var kolldømt, tí dómarin helt, at fríspark var gjørt ímóti KÍ-málverjanum í sambandi hornasparksstøðuna.
Meira verður at frætta um finaluna hjá kvinnum í blaðnum í morgin.