KÍ hevur í kvøld vunnið 3-1 á heimavølli ímóti Skála. Harvið er fjarstøðan fram til toppliðið HB tvey stig. HB eigur í annaðkvøld ólavsøkudyst ímóti NSÍ og hevur tá møguleika at økja um leiðsluna aftur til fimm stig.
HB hevur 40 stig, og KÍ hevur 38 stig.
KÍ legði seg í fyrra hálvleiki framum 2-0. Stóri maðurin var Boris Dosljak, sum átti uppleggini til bæði málini. Í fyrra førinum var tað Semir Hadzibulic, sum skoraði eftir innlegg, og í seinna førinum var tað Ronni Møller-Iversen, sum skoraði.
Eftir steðgin legði Skála bragdliga fyri, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at minka um munin, men Kristian Joensen í KÍ málinum stórbjargaði.
Lítla løtu seinni økti Boris Dosljak um munin til 3-0, eftir at Jóannes K. Danielsen hevði lagt innfyri.
Skála gavst ikki á hondum, og tað eydnaðist Søren B. Nielsen at minka um munin eftir horna.
-Vit taptu dystin so ruddiliga í fyrra hálvleiki, tá ið vit ikki vunnu nærdystirnar – hvørki í luftini ella á jørðini. Eftir steðgin var tað munandi betri, og tað eydnaðist at minka um munin, men tað kom ikki av álvara spenningur í, staðfestir Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen.
KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð er fegin um sigurin:
-Tað var neyðugt at vinna, um vit skulu hugsa um at trýsta HB, og vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Vit royna at arbeiða nógv og hart, og tað er hugaligt, tá ið tað ber úrslit við sær, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð, sum rósar Boris Dosljak:
-Talan var um liðavrik, men tað er týðuligt, at Boris er sera væl fyri. Tað sóu vit í Europa dystunum, og tað sóu vit aftur í kvøld, sigur KÍ liðformaðurin.
Ólavsøkuaftan klokkan 18.30 spæla HB og NSÍ.
KÍ - Skála 3-1 (2-0)
1-0: Semir Hadzibulic 12.
2-0: Ronni Møller-Iversen 24.
3-0: Boris Dosljak 59.
3-1: Søren B. Nielsen 70.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclasen, Ísak Simonsen (Steinbjørn Olsen, 57.) - Ronni Møller-Iversen (Jóannes Bjartalíð, 78.), Hørður Askham, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 69.) - Semir Hadzibulic, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen
Skála: Karstin Hansen - Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic, Leivur Joensen (Jákup Johansen, 46.) - Teitur R. Joensen (Ólavur Mikkelsen, 69.), Niels Pauli Danielsen, Pætur Dam Jacobsen - Edvin Jakobsen, Søren B. Nielsen (Haraldur R. Højgaard, 83.), Heðin Klakstein
Gult kort: eingin
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Rúni Rasmussen