Tað gongur væl í fótbóltinum í Klaksvík. Undan hesum vikuskiftinum vóru liðini í Betri Deildini, 1. deild og 2. deild topplið.
Nú er greitt, at í hvussu so er í 1. deild verður KÍ topplið eftir hetta umfarið.
Í dag hevði KÍ vitjan av B71, og sandoyingar eru á veg suður aftur við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 2-1.
Dávid Langgaard, sum varð skiftur út, tá ið ein tími var farin, legði heimaliðið framum bæði 1-0 og 2-0. Stutt undan steðginum minkaði Símin Hansen um munin við beinleiðis frísparki.
Fram ímóti dystarenda vóru tað innskifti Dávid á Roykheyggi og Jóhan Waag Høgnesen, sum skoraðu fyri heimaliðið.
KÍ hevur trettan stig fyri fímm dystir, og B71 hevur trý stig fyri fimm dystir.