Jóannes Hansen
----
Tað kundi havt verið í Wimbledon. 6-1 til KÍ endaði tað við Stórá í Trongisvági. Harvið legði TB rygg til størsta tapið á nýggja heimavøllinum, og harvið vann KÍ størsta sigurin á útivølli ímóti TB síðani í 1994, tá ið úrslitið á Sevmýri var 6-0 til klaksvíkingar.
-Vit hava spælt fleiri góðar dystir í ár. Avrikið í 2. hálvleiki ímóti TB man vera eitt tað besta í ár. Vit kunnu ikki siga annað, tá ið vit vunnu henda hálvleikin 5-0 á útivølli ímóti TB, sum vit hava ógvuliga stóra virðing fyri. Tað er jú ikki so langt síðani, at tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið vit hittu teir í Klaksvík, staðfestir KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Liðformaðurin var øgiliga eyðsýndur. Hann arbeiddi framúr nógv á sentrala miðvøllinum, har samstarvið við Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen er gott, hann skoraði eitt mál, og aftur hesa ferð var hann við í uppspælinum til fleiri av hinum málunum.
Tølini siga, at KÍ var flúgvandi – hóast floglíkindini í gjár vóru so vánalig, sum tey ikki hava verið fyrr í ár! Einki gult kort kom á kontina, og seks spælarar vórðu skrivaðir á máltindin.
Toppskjúttin Páll Klettskarð takkaði fyri¸tá ið hann kom ímillum afturlegging, men tað var ikki frítt, at tað kendist órógv í KÍ leguni, tá ið spælararnir fóru at hvíla seg. Stutt undan steðginum hevði TB javnað við sjálvmáli, annar av miðverjunum, John Hammer, noyddist skaddur av vøllinum, og eftir steðgin skuildi KÍ hava fríska lotið ímóti.
-Vit avráddu í steðginum, at vit skuldu vera ógvuliga tilvitaðir um, at varðveita bóltin niðri á vøllinum, tí vinduirin var so frískur ímóti, og tað riggaði væl, tí vit arbeiddu nógv fyri hvørjum øðrum, og vit høvdu dirvi og sjálvsálitið, sum eru so grundleggjandi og neyðug, heldur Hjalgrím Elttør.
Páll Guðlaugsson, sum í hesum døgum er rættuliga populerur í Klaksvík, hevði givið sera evnaríka Heðini Klakstein kjansin, nú Filip Djordjevic var burtur. Heðin erframúr við bóltinum, hann torir at varðveita bóltin, hann er ein orduligur krúllari, og hann er skjótur í samanspælinum.
Heðin legði KÍ aftur á sigurskós, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða. Henry Heinesen, sum orduliga hevur spælt seg inn á liðið, Andy Olsen og innskifti Ivan Joensen vóru í 2. hálvleiki málskjúttar saman við Hjalgrími Elttør, ið gekk á odda í liðavriki, ið lyfti klaksvíkingar upp á toppin.
Luturin hjá heimaliðnum varð alt meiri at renna aftaná, og skjótt í 2. hálvleiki kendist tað, at Milan Kuljic hevði ásannað, at eingin úrtøka fór at spyrjast burturúr, og tí var setningurin at avmarka tapið sum frægast og leggja upp fyri uppgávunum, sum bíða.
Klaksvíkingar bíða í spenningi inntil fríggjakvøldið, tá ið Víkingur, sum KÍ fyrr í summar vann 1-0 á, kemur at vitja, og í TB verður ásannað, at tað nú av álvara brennur undir teimum, eftir at tað leingi hevur sæð gott út. Leygardagin er setningurin HB í Gundadali sjálvan ólavsøkuaftan!