KÍ er favorittur

Talan er samstundis um 10. árið á rað, at KÍ er í finaluni, og tað sigur ikki so lítið um styrkina á liðnum, sum tey flestu meta sum favoritt undan kvinnufinaluni, sum verður spæld klokkan 15 í dag.

 

Skal nakað lið arga KÍ, so er tað tó helst B36, sum í fjør var so sera nær við at taka FM-heitið til Havnar fyri fyrstu ferð í níggju ár. Landskappingardystinum herfyri gav eisini ábendingar um, at B36 kann hótta KÍ, tí har vóru tær úr Havn bert eitt misnýtt brotsspark frá at eiga øll stigini móti einum KÍ-liði, sum tó eisini var rakt av skaðum.