Í triðju royndini eydnaðist tað hjá KÍ og B36 at gera av, hvør teirra slapp at spæla móti HB í finaludystinum í steypakappingini hjá kvinnunum.
Rótutur dystir
Eftir at KÍ hevði vunnið fyrru hálvfinaluna í Havn 4-3, eydnaðist tað teimum týskvøldið at finna 1-0 á heimavølli, soleiðis at tær samanlagt vunnu hálvfinaluna 5-3.
Sum skilst úr Klaksvik, var talan ikki um nakran væl spældan dyst týskvøldið. Bæði liðini vóru týðuliga tyngd av týdninginum, sum dysturin hevði, og hetta viðførdi, at talan ofta gjørdist um tilvildarligt sparkarí, heldur enn nakað skipað fótbóltsspæl.
Malena Josphsen avgjørdi dystin, tá hon eitt korter inn í seinna hálvleik slapp leys av B36 verjuni, og akkúrát megnaði at fáa bóltin inn um strikuna, áðrenn ein verjuleikari sparkaði burtur.
B36 hevði fram til tá havt gott tak á KÍ liðnum, men eftir málið, mistu tær líkasum mótið, og samlaði sigurin kom ikki í vanda eftir hetta.
Á graslíki
Finaludysturin hjá kvinnunum verður, eins og tann hjá monnunum, spældur sunnudagin 2. juli, men í mun til dystin um løgmanssteypið, spæla kvinnurnar á graslíki.
Tað hevur annars ljóðað, at eisini tann dysturin skuldi verða leiktur á Tórsvølli, men hetta verður so av ongum í hesum umfari.
Dysturin hjá kvinnunum er ásettur at byrja klokkan 12.30, meðan menninir spæla klokkan 15.00.
Fótbóltur í 5tímar
Tað hevur verið ført fram, at tað er sera óheppið, at finalan um løgmassteypið verður leikt sama dag, sum EM finalan verður at síggja beinleiðis í sjónvarpinum, tí hetta kann vera við til at minka um áskoðarafjøldina.
Dystirnir verða tó ikki leiktir samstundis, tí EM finalan byrjar ikki fyrr enn klokkan 19.00, so til teirra, sum ikki kunnu fáa nóg mikið av fótbólti, ber til at síggja út við fimm tímar av fótbólti. Ja, kanska 6 tímar, um talan í øllum trimum førum verður um longda leiktíð.es Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«