Klaksvík er aftur til reiðar at bjóða teimum bestu av í fótbólti.
Tað er nú staðfest, at liðini, sum fluttu niður úr Vodafonedeildini í fjør, flyta upp aftur í bestu deildina. 07 Vestur og KÍ eru uppflytarar.
Kravið hjá KÍ undan vikuskiftinum var at fáa eitt stig í seinastu tveimum dystunum. Klaksvíkingar fingu trý í gjár. KÍ vann á útivølli móti næstbesta liðnum hjá NSÍ.
Úrslitið var 3-2.
Ungt fólk
Fótbóltsliðið í Klaksvík var fyri nógvari frágongd í vetur. Todi Jónsson, Kristoffur Jakobsen, Hjallgrím Elttør, Jákup Mikkelsen, Símun Joensen og Atli Danielsen spældu á liðnum í fjør, men hildu ikki fram.
Manningin hjá KÍ hevur verið sera ung í hesum kappingarárinum. Sæð burtur frá Gunnari á Steig og Steffan Kalsø, so er talan um leikarar, sum eru lutfalsliga nýggir í fótbóltshøpi.
07 Vestur vann aftur
07 Vestur tryggjaði sær uppflyting í farnu viku. Liðið skal nú royna at halda fast um oddasessin í deildini, og ikki lata KÍ fara fram um á stigatalvuni.
Felagsliðið úr Vágum greiddi sína skyldu í gjár. Uppflytararnir vitjaðu hjá næstbesta liðnum hjá B68, og 07 Vestur vann 2-0.
Hoyvíkingar komnir fyri
FC Hoyvík hevur róð tungan sjógv so at siga alt kappingarárið.
Liðið var í niðurflytingarvanda stóran part av árinum. Rúni Nolsøe, sum var venjari, takkaði fyri seg sum venjari miðskeiðis í kappingini. John Eystberg fekk ábyrgdina, og síðan hevur gingið støðugt framá.
Úrslitið var 3-3, tá TB vitjaði hjá FC Hoyvík í gjár.