B36 og KÍ kvinnuliðini fara at spæla steypafinalu klokkan 16.15. Longu fyrrapartin tørnaðu hesi bæði feløgini saman í einari steypafinalu. Talan var um U14 gentuliðini. Úrslitið var, at KÍ vann 2-1 eftir longda leiktíð. Harvið eydnaðist tað KÍ at endurvinna Eilif Arge steypið, sum liðið vann í fjør, og sum KÍ nú hevur vunnið fýra ferðir, síðani tað í 2007 varð farið undir kappingina um hetta steypið.
Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Evy á Lakjuni setti hol á fyri KÍ. Leiktíðin í hesi deildini er tvær ferðir 20 minuttir. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Katarina Høj fyri B36.
Fleiri mál vórðu ikki skorað í vanligu leiktíðini. Tí var neyðugt við longdari leiktíð tvær ferðir fimm minuttir. Amanda Johannesen legði beinanvegin KÍ framum aftur, og tað vórðu ikki skorað fleiri mál. Tískil vann KÍ 2-1.