KÍ endaði á fimta plássi

1. DEILD: Veteranur skoraði sigursmálið í síðsta minutti ímóti B36

Tað snúði seg um, hvat av liðunum skuldi enda á fimta plássi, tá ið teir næstbestu hjá KÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

Úrslitið varð 1-0 til KÍ, sum harvið endaði á fimta plássi við 38 stigum, meðan B36 endaði á sætta plássi við 34 stigum.

Einasta málið skoraði KÍ veteranurin Kristoffur Jakobsen í síðsta minutti. Hann royndi seg við frísparki, bólturin rakti í B36 manngarðin, og so var B36 málverjin Rói Mørk Hentze prísgivin.

Tølini siga, at B36 vann sjey hornaspørk, og at KÍ einki hornaspark vann.

KÍ hevði fimm royndir á B36 málið,og B36 hevði tvær royndir á KÍ málið. B36 hevði átta royndir framvið KÍ málinum, og KÍ hevði tríggjar royndir framvið B36 málinum.