KÍ eigur nú fyrimun í málum

Klaksvíkingar hava nú skorað eins nógv mál og B36, og teir eiga nú betri málmun enn oddaliðið HB

6-0 á Skála sunnudagin og 7-0 við Margáir í gjárkvøldið. Tað er úrtøkan hjá meistarunum í Klaksvík seinastu dagarnar.

Umframt KÍ hava HB og B36 eisini vunnið fulla úrtøku. Meðan KÍ hevur vunnið stórar favorittsigrar, hevur HB vunnið teprari og søtar sigrar á heimavølli ímóti NSÍ og í gjárkvøldið í Sarpugerði.

B36 hevur vunnið heimasigrar ímóti ÍF og TB.

Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, fegnast um góðu gongdina og um, at hansara lið seinastu dagarnar hevur styrkt væl um málmunin. Málmunurin hjá KÍ er nú +32, hjá HB og B36 er hann +29.

-HB er framvegis fimm stig frammanfyri okkum og harvið FM favorittur. Men vit hava ikki mist mótið, og tað kann fara at vísa seg, at málmunurin verður avgerandi. Tí fegnast vit um 6-0 og 7-0 í tveimum teimum seinastu dystunum, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.

NSÍ eigur framvegis bestu verjuna – bara 10 mál eru farin ígjøgnum, meðan tað ikki gonst so væl at skjóta mál hjá NSÍ, sum higartil hevur skorað 29 mál.

Av teimum trimum fremstu eigur HB bestu verjuna – 12 mál eru farin ígjøgnum. Hjá KÍ eru 17 og hjá B36 eru farin 20 mál ígjøgnum.

Síðsti dysturin í fimtanda umfari verður í kvøld klokkan 19, tá ið AB fær vitjan av Skála.

 

HB161411411243
161222491738
B36161213492037
NSÍ161123291035
Víkingur15726302323
ÍF15627192720
EB/Streymur15311193610
TB1514109247
AB1506910376
Skála1501148471

Týsdagur 11. august

KÍ - ÍF

Mikudagur 12. august

NSÍ - Víkingur

Skála - B36

HB - AB

Sunnudagin 16. august

TB - EB/Streymur