KÍ vann sín fyrsta sigur í Betrideildini hjá monnum í ár tá teir fyrr í dag høvdu vitjan av EB/Streymi. EB/Streymur eru enn stigaleysir aftaná tríggjar dystir ímóti topp-5 liðum.
Jóannes Hansen setti hesi orðini á dystin á in.fo fyrr í dag: -
Klaksvíkingar vunnu ársins fyrsta sigur á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Nýggi miðvallarpspælarin hjá EB/Streymi, Sveinur K. Magnussen, var málskjútti. Eftir steðgin var leikferðin hjá KÍ hægri, og tað eydnaðist heimaliðnum at skora tvey mál. Tað fyrra skoraði Jóannes Bjartalíð, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, og tað seinna skoraði Boris Dosljak, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði lagt innfyri.
Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi er ikki nøgdur við at tapa, men hann staðfestir góðan hugburð og eitt gott leikligt avrik, og hann væntar, at tey fyrstu stigini hjá EB/Streymi fara at koma nú.
Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ er fegin um fyrsta sigurin í ár. Tað hevur kravt sítt at spæla ein nýggjan hóp saman, men Mikkjal er nøgdur við gongdina tey fyrstu trý umførini, og hann staðfestir, at tað hevur gingið betur enn hann hevði væntað.
HER ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen og Mikkjal Thomassen.










