Tað sá so gott út, men tað endaði akkurát so keðiligt sum tað kundi. EB/Streymur kom til Armenia við einari 3-1 leiðslu, men FC Gandzasar gjørdi tey bæði neyðugu málini og tryggjaðu sær víðari luttøku í Euro League.
Sigurin á heimavølli í farnu viku kendi søtur. Tá EB/Streymur kom á odda 3-0 í fyrra hálvleiki, ja so var tað næstan ov gott til at vera satt. Og tað var tað. Í Gundadali gjørdu Gandzasar akkurát tað, teir skuldu – skoraðu avgerandi málið á útivølli. Eitt mál, sum í gjár var orsøkin til, at EB/Streymur hevur spælt altjóða fótbólt fyri seinastu ferð í ár.
Truplar umstøður
Longu áðrenn dystin vóru umstøðurnar hjá EB/Streymi truplar. Ferðalagið úr Sundalagnum kom til Armenia mánadagin, men ikki fyrr enn mikukvøldið, kvøldið fyri dystin, kom viðførið. Tá so viðførið umsíðir kom fram, sýtti armenska heimaliðið fyri at spæla í reyðu blusum sínum. Hetta høvdu teir nevniliga ikki góðar royndir við í Gundadali, so teir spældu í sínum bláu búnum, sum aftur hevði við sær, at EB/Streymur mátti spæla í sínum ljósareyðu búnum. Trupulleikin við hesum var, at ljósareyðu búnarnir hava langar ermar, so saksurin mátti upp í leikin, tá tað ikki var ráðiligt at spæla við longum ermum í ógvusliga hitanum í Armenia.
Og sum steinur oman á byrðu tók afturvendandi vøddaskaðin hjá Arnbjørn Hansen ilt fyri seg, soleiðis at trupulleikarnir við baklærinum høvdu við sær, at vandamikli kollfirðingurin, ið spældi ein branddyst í Gundadali, mátti byrja dystin á beinkinum og einans fekk fýra teir síðstu minuttirnar, sum dómarin hevði lagt aftrat.
Aftrat honum vóru hvørki Egil á Bø, Marni Djurhuus og Pætur Dam Jacobsen við, so berandi bulurin á liðnum var vekk.
Fult uppiborið
Tá alt hetta er sagt, skal eingin ivi vera um, at tað var fult uppiborið, at Gandzasar spældi seg víðari. Hyggja vit at dystunum báðum sum fýra hálvleikir, so var Gandzasar betri í trimum teirra. Tað var bara fyrra hálvleik í Gundadali, at EB/Streymur var omaná. Sundalagsmenn kundu enn tá fingið okkurt mál aftrat teimum trimum, teir fingu, men tað kundu armenar sanniliga eisini í gjár.
Hildu tætt í ein tíma
EB/Streymur megnaði annars at halda tørn allan fyrra hálvleik, sum endaði málleysur. Eitt korter inn í seinna hálvleik stóð tað framvegis á jøvnum, men so gjørdist armenska trýstið tó ov stórt, og fekk Gandzasar tvey mál. EB/Streymur var undir stórum trýsti dystin á tamb, og til dømis í fyrra hálvleiki bjargaði Jonhard Frederiksberg á málstrikuni.
Kjansirnir hjá EB/Streymi vóru ógvuliga avmarkaðir, tí sundalagsmenn høvdu úr at gera við at verja borg. Men tað gekk tíverri ikki.
EB/Streyma-leikarar kunnu tó ugga seg við, at teir annað árið á rað hava vunnið føroyskum felagsfótbólti stig. Í fjør vunnu teir tvey stig við sínum báðum javnleikum, og í ár komu so trý stig aftrat á føroysku kontoina við sigrinum í farnu viku.