Gongur tú við einum fjaldum dreymi um at sleppa at royna at standa á vatnskíð, at skógva ein hest, at seta segl ella okkurt heilt annað, so er bara at møta á ?Ítróttarnáttini? í Klaksvík fríggjakvøldið. Tað skuldi nevniliga verið sera løgi, um tú ikki finnur okkurt ítróttar- ella frítíðarítrív, sum hevur júst tín áhuga.
Brellbiti
Hugskotið við Ítróttarnáttini er, at øll tey ymsu ítróttar- og frítíðarfeløgini í býnum fáa høvi at vísa fram, hvat tey takast við, og at øll onnur samstundis fáa møguleika at royna tær ymsu ítróttargreinirnar ella frítíðarítrivini. Finn Johannessen, samskipari, leggur dent á, at hetta ikki nøkur kapping ella framsýning, men at tað fyrst og fremst er gleðin við at luttaka í eini ítróttargrein ella ítrivi sum drívir verkið. Finn dylur tó heldur ikki yvir, at tiltakið eisini er ein roynd at stimbra hugin hjá fólki at røra seg meir og samstundis vísa, at ongum nýtist at verða við á einum toppliði fyri at røkja kroppin. Hann ivast ikki í, at tey eru nógv, sum kundu hugsað sær at verið meir virkin, men ikki rættiliga vita, hvussu tey skulu koma í gongd. Nú fáa tey so ein livandi brellbita og eisini høvi at fáa eitt prát við fólk úr teimum ymsu feløgnum.
Ítróttar- og tónleikafestival
Nú KÍ hevur valt at royna hetta hugskotið, er tað eisini sum liður í 100 ára hátíðarhaldinum hjá felagnum, sum fevnir um eina røð av tiltøkum gjøgnum alt árið. Men ikki bara. Finn sigur, at KÍ leingi hevur havt ætlanir um at skipa fyri onkrum øðrvísi tiltakið, har øll kunnu vera við, og at nú tóktist rætta løtan at vera komin.
- Summarfestivalurin prógvaði jú væl og virðiliga, at tað saktans ber til at savna nógv fólk her í býnum um eitt stórt tiltak fyri øll, so tað er ikki minst við íblástri frá seinasta vikuskifti, Ítróttarnáttin nú ferð av bakkastokki, sigur Finn. Hann leggur afturat, at um hetta eydnast væl, er tað ikki óhugsandi, at Ítróttarnáttin verður løgd saman við Summarfestivalinum næsta ár sum eitt afturvendandi tiltak.
Og tað skuldi borið væl til, tí umframt ítrótt og ítriv, verður eisini nógvur tónleikur á skránni fríggjakvøldið. Klokkan 20 fara tær ymsu samkomurnar í býnum at skipa fyri café og sangi niðri við Sparikassapallin, har onkur gospelbólkur eisini verður at hoyra. Eisini hava vælumtóktu ?I am? valt at hava konsert hetta kvøldið, og fara teir á pallin í Atlantis kl. 22. Ítróttarnáttin endar á midnátt við eini kvøldsetu í KÍ- høllini, har skipað verður fyri felagssangi og øll fáa ókeypis suppu.
Finn sigur, at tað hevur verið sera hugaligt at skipa fyri Ítróttarnáttini, tí øll tey ymsu feløgnini hava verið sera positiv líka frá byrjan. Hann ivast ikki í, at fólk fara at taka væl ímóti hesum nýggja tiltaki, og so er bara at vóna, at eisini veðurgudarnir verða í góðum hýri.
Skráin fyri ?Ítróttarnáttina? er at síggja aðrastaðni í blaðnum í dag.