KÍ best í málríkum toppdysti

Kvinnur: Heimaliðið vann 5-3, tá ið KÍ hevði vitjan av AB. Tað var málríkt og harvið undirhaldandi, tá ið KÍ kvinnurnar á middegi hevði vitjan av AB.

Úrslitið var 5-3 til KÍ, sum harvið hevur styrkt um oddasessin. Eftir sjey umfør hevur KÍ 19 stig, og AB hevur 16 stig.

Eftir eitt korter var tað Sigrid Jacobsen, sum legði heimaliðið framum. Fýra minuttir seinni javnaði Mona Breckman, og tríggir minuttir seinni kom KÍ framum aftur, tá ið AB kvinnurnar vóru so óhepnar at gera sjálvmál.

Lítil hálvur tími var farin, tá ið Mona Breckman skoraði enn eina ferð, og stutt undan steðginum var tað Rannvá B. Andreasen, sum skoraði til 3-2.

Í fyrsta minuttinum eftir hvíldina javnaði Ásleyg Súnadóttir til 3-3, og so var KÍ drúgvari: Malena Josephsen legði heimaliðið framum 4-3, og Rannvá B. Andreasen staðfesti 5-3 KÍ heimasigurin.