Klaksvíkingar fáa rættuliga sína søk fyri. Í trimum teimum fyrstu umførunum bíða EB/Streymur á útivølli og so B36 og HB á heimavølli.
Síðsti KÍ sigurin á útivølli ímóti EB/Streymi var í síðsta umfari í 2006, tá ið 1-0 sigurin bar við sær, at EB/Streymur misti FM heitið á stokkinum. Frá fyrra dystinum hetta árið á útivølli ímóti EB/Streymi hevði KÍ eitt stig við sær til hús eftir úrslitið 1-1. Í dag verður tað fyri fyrstu ferð við Pálli Guðlaugsson við róðrið og Andras Gango í málinum. Spurningurin er, hvussu sentralu miðvallarplássini verða mannað. Sannlíkt er, at Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen vera í hesum ódnunum.
-Spælararnir hava rætta hugburðin, og tað er týdningarmikið, nú vit fara undir annað árið í bestu deildini. Tað plagar at vera torført, men vit stúra ikki, sigur Páll Guðlaugsson.
Í EB/Streymi er Jónhard Frederiksberg nýggjur vinstri vongverji.
-Hóast fleiri hava nógvar royndir, so eru vit svangir, og vit síggja góðar møguleikar í liðnum, staðfestir Heðin Askham, ið staðiliga vil hava sínar at taka allar uppgávurnar í stórum álvara. Fyri einari viku síðani eydnaðist tað at vinna fyrsta steypið í ár, tá ið stórsteypadysturin ímóti B36 varð vunnin 2-1.
Georg N. Rasmussen er dómari við Margáir ídag.










