KÍ kvinnur eru við í bólkaspælinum fyri meistaralið á 10. sinni, og úrslitini vísa at klaksvíkskvinnur gott kunnu geva hinum liðunum skarpan gang.
-Higartil eru vit vælnøgd við úrtøkuna. Vit taptu 6-0 í fyrsta dystinum. Mótstøðuliðið var enska meistaraliðið, Everton, sum avgjørt er sterkasta liðið í bólkinum. Leygardagin var so næsti dysturin á skánni, og tá spældu vit málleysan javnleik ímóti Gintra Universitetas úr Litava, sigur hjálparvenjarin hjá KÍ, Rasmus Jacobsen.
Triði og síðsti dysturin í bólkaspælinum verður týsdagin, tá KÍ skal spæla ímóti makedónska meistaraliðnum, ZFK Borec, og Rasmus metir at uppgávan ikki er ræðandi.
-Vit spældu ímóti einum øðrum makedónsku liði í fjør, og tá vunnu vit 4-2, so uppgávan er ikki ómøgulig. Men tó er neyðugt hjá okkum ikki at undirmeta makedónska liðið, sigur Rasmus Jacobsen.
Mennandi fyri føroyska kvinnufótbólt
Seinastu 10 árini hevur Kí verið einaráðandi í landskappingini, og tí metir Rasmus, at tað er neyðugt at luttaka í evropiskum fótbólti.
-Ja tað er avgjørt mennandi fyri KÍ at luttaka. Tað er meira so sum so við mótstøðu í føroysku landskappingini, og tí er alneyðugt at luttaka í evropiskari kapping, fyri at KÍ, og føroyskur kvinnufótbóltur sum heild, kann mennast, sigur Rasmus í stuttari viðmerking til Sosialin.











