Fyrrapartin mikudagin var lutakastið í UEFA-Cup kappingini hjá kvinnum. UEFA -Cup er einasta evropeiska kappingini fyri feløg hjá kvinnum. Kappingin er fyri meistaraliðini í hvørjum landið. KÍ-kvinnurnar gjørdust meistarar í fjør, og tí fall tað teimum í lut at boða frá luttøku til UEFA kappingina Lutakastið bólkaði KÍ-kvinnurnar við Fulham úr Onglandi, Ter Leede úr Hollandi og FC Codru Anenii úr Moldova. Bólkurin hjá KÍ verður leiktur í Hollandi, og kappingin verður í døgunum 21-25 august.
Triðju ferð
Hetta er triðja árið upp í slag, at klaksvíkskvinnur vera við í kappingini. Fyri tveimum árum síðan vóru tær í Finlandi og í fjør leiktu KÍ-kvinnurnar í Svøríki. KÍ-kvinnurnar hava vunnið dystir bæði árini, so úrslitini kunnu ikki sigast annað enn at hava verið góð. Góðu avrikini farnu árini sæst eisini aftur í styrkismetingini hjá UEFA, tí til lutakastið vórðu KÍ styrkismettar í bólki trý, og hetta merkir at føroyska meistaraliðið er í millum 24 tey sterkastu meistaraliðini í Evropa.
Kenna lítið mótstøðuliðini
Eftir lutakastið mikudagin, fingu vit orðið á venjaran hjá KÍ seinastu árini, Jón Harald Poulsen. Hann sigur seg kenna lítið til mótstøðuliðini. Sambært Jón Haraldi, so er Fulham júst farnar at spæla hálva tíð, eftir at leikarar hava verið fulltíðar yrkisleikarar í nøkur ár. -U-19 landsliðið hjá kvinnunum hevur leikt bæði ímóti Onglandi og Moldova, og tað er tað einasta vit vita í løtuni. Komandi dagarnar verður farið at leita eftir upplýsningum um mótstøðuliðini, sigur Jón Harald at enda.










