Fótbóltur
Eingi stig verða vunnin av sær sjálvum. Tað var sjón fyri søgn hjá NSÍ spælarunum og nógvu stuðlunum, sum vóru í Klaksvík sunnudagin.
Tað loysir seg at stríðast, og tað ber úrtøku við sær, um hugburðurin støðugt og alla tíðina er tann rætti. Hetta kundu klaksvíkingarnir á og kring vøllin skriva undir uppá.
Paul Clapson gjørdist høvuðsleikari, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-0 á NSÍ, sum higartil hevði fingið fulla úrtøku. Álopsspælarin skoraði bæði málini – eitt í hvørjum hálvleiki.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki var hann fullkomuliga leysur mitt fyri og átta metrar úr málinum, tá ið hann rann í hornasparksinnlegg frá Heðini á Lakjuni, sum á vinstra vongverja á allan hátt var betri upplagdur, enn hann leingi hevur verið tað. Bæði í 1-0 støðuni og í so mongum øðrum deyðbóltsstøðum var NSÍ verjan óskipað. Stórur saknur var í Pól Thorsteinsson, sum orsaka av skaða longu undir upphitingini noyddist at geva skarvin yvir.
Sum 2. hálvleikur leið, noyddust gestirnir at flyta fólkið alt longri fram. Eina løtu gekk nógv fyri seg á KÍ hálvuni, men gestirnir vórðu ongantíð vandamiklir í KÍ brotsteiginum. Kaj Ennigarð og Jan Andreasen høvdu fullkomuliga tamarhald á einki serliga upplagda Andersson, og heldur ikki Andy Olsen og Jónhard Frederiksberg høvdu serligar møguleikar.
Paul Clapson staðfesti heimasigurin, tá ið lítið fólk var í NSÍ verjuni. Innskifti Ceroni, sum ikki hevði verið serliga heppin, fangaði NSÍ uppspæl í høgru, stakk fram til Paul Clapson, sum rann frá tunnu verjuni og hegnisliga lyfti upp um Jens Martin Knudsen.
Uppskriftin
NSÍ eigur við Nenad Stankovic á odda fleiri góðar bóltsspælarar á miðvøllinum. KÍ uppleggið tóktist fyrst og fremst vera við diamanti á miðvøllinum at halda hesum monnunum í ógvuliga stuttum tjóðri. Høgni Madsen, Símun Joensen og Oddmar á Lakjuni vóru nærlagdir, og Gunnar Nielsen, sum var fremstur á miðvøllinum, var eyðsýndur í 1. hálvleiki, tá ið hann bæði megnaði at temja eftir langar sendingar fyri síðani skjótt at sleppa sær av við bóltin, og eisini stríddi seg til málmøguleikar. Næst við at fáa mál var hann í dupult møguleika. Fyrst brast í stólpan og returin varð sendur upp um tóma málið.
Umframt at vera tvífaldur málskjútti kendi Paul Clapson ábyrgd í verjuspælinum. Saman við Erlingi Fles hevði hann miðvísan setning at syrgja fyri, at vongverjarnir hjá NSÍ ikki fingu høvi at taka lut í álopsspælinum. Tað eydnaðist væl.
Klaksvíkingar høvdu fleiri stórar málmøguleikar, men tað eydnaðist teimum illa at fáa úrtøku burturúr. Tað bar við sær, at nervin var í alla tíðina. Eina løtu í 1. hálvleiki, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur, eydnaðist tað NSÍ at leggja ávíst trýst á. Teir høvdu fýra hornaspørk upp í slag, og onkra ferðina stóð nógv á í KÍ brotsteiginum, men einki mál kom, og so gekk tað mesta hinvegin.
Leikliga og hvat ferð viðvíkur var seinna umfarið lakari enn tað fyrra, og sendingarnar vóru ikki altíð so neyvar. Heimaliðið var framvegis betri fyri, og teir kundu havt fingið meiri burturúr eitt nú innleggunum úr borðunum frá Heðini á Lakjuni og Harley Bertholdsen. Men tað høvdu teir gloymt, tá ið fíni dómarin, Petur Reinert, hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Við røttum hugburði og stórari arbeiðsíløgu megnaði heimaliðið at krøkja øll stigini til sín, og tað vóru ábendingar um, at tað ber teimum til at spæla fótbólt.
Teir í Runavík fóru tómhentir gjøgnum tunnilin við áminningini um, at tað er alneyðugt at stríðast og arbeiða nógv og støðugt, um stig, sigrar, heiðursmerki og FM skal spyrjast burturúr.