Upptakt
Síðsta sunnudag glapp tað hjá KÍ. Í morgin verður tað greiðari, um stórsigurin ímóti tvørámonnum fyrst og fremst komst av, at TB ikki er serliga væl fyri, ella um tað var KÍ, sum er komið fyri seg, eftir at tvey tey fyrstu umførini hjá teimum vóru sera trilvandi.
Í Klaksvík halda tey, at um KÍ einki fær burturúr á Svangaskarði, so eru teir ikki komnir so nógv longri, enn teir vóru undan sigrinum á TB. So verður tað framvegis tøving í botninum heldur enn, at kósin verður sett ímóti plássunum, sum tað er hugaligt at stríðast um.
Hjá KÍ er tað betri statt manningarliga, enn tað hevur verið higartil í ár. Allir spælararnir hava vant í hesi vikuni. Tað verður roknað við, at Jan Andreasen og Ove Nysted, sum hava verið skaddir, vera í hópinum. Allan Joensen hevur vant í vikuni, men tað hevur bara verið við hálvari ferð. Hann er framvegis plágaður av vøddaskaðanum, sum hevði við sær, at hann noyddist at fara út ímóti TB. Og so er tað komið afturat, at hann hevur brotið ein fingur, so armurin er lagdur í gips. Tí er hann ivasamur í morgin.
B68 hevur framvegis ikki tapt í landskappingini. Tað fegnast teir um á Toftum, men teir ásanna samstundis, at burtursæð frá á Sevmýri, har teir vunnu 4?1, hevur spælið higartil ikki verið, sum tað kann roknast við av einum toppliði. Fróði Benjaminsen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður seinast. Spurningurin er, um Fríðin Ziskason verður við frá fyrsta bríksli ímóti gomlu liðfeløgunum. Eftir dystin ímóti EB/Streymi eigur tað ikki at vera óhugsandi, at Fróði Benjaminsen og Fríðin Ziskason fara at spæla á sentrala miðvøllinum.
KÍ er framvegis omaná
B68 og KÍ hava dystast í 1. deild á hvørjum ári síðani 1981. Av teimum 42 landskappingardystunum hevur KÍ vunnið seytjan, B68 hevur vunnið tíggju, og fimtan ferðir hevur tað verið javnleikur. Málmunurin er 76?60 til fyrimunar fyri klaksvíkingar.
Á Toftum hevur B68 vunnið átta ferðir, KÍ hevur vunnið sjey ferðir, og seks ferðir hevur tað verið javnt. Har er málmunurin 32?30 B68 til fyrimunar. Í fjør vann B68 4?0 á heimavølli ímóti KÍ, og í fyrraárið vunnu teir 6?1. Tað var størsti sigurin nakrantíð hjá B68 ímóti KÍ. Størsti sigurin hjá klaksvíkingum ímóti B68 á Svangaskarði var í 1998, tá teir vunnu 5?1 Størsti sigurin yvirhøvur hjá KÍ ímóti B68 var í Klaksvík í 1999. Tað árið vann KÍ FM, m. a. tí teir vunnu 5?0 á heimavølli ímóti B68. KÍ og B68 vóru í bólki saman í steypakappingini. KÍ vann 4?1 í Klaksvík, og B68 vann 4?1 á Toftum.