KÍ aftur í ódnarveðri

KÍ kvinnurnar taptu hósdagin 4-1, og tá ið tær eisini mistu besta spælaran, sum tískil er leikbannaður í dag, kundu fyritreytirnar havt verið betri undan síðstu avbjóðingini

Tað royndist ikki, sum tað var vónað, tá ið KÍ kvinnurnar í nógvum hita seinnapartin hósdagin vóru í næstu UEFA Cup royndini í Makedona. Mótstøðuliðið var Codru úr Moldova, sum vann 4-1, eftir at tær í steðginum høvdu verið á odda 3-1.
 KÍ minkaði um munin til 2-1. Málskjútti var Malena Josephsen, sum stútaði bóltin upp um málverjan og í málið. Codru økti til 3-1 undan steðginum, og fimm minuttir eftir steðgin skoraðu tær til 4-1.
 Í dag skal KÍ spæla síðsta dystin. Hann verður móti ZFK Shkiponjat úr Makedonia. Fyritreytirnar hjá KÍ kundu havt verið betri undan tí uppgerðini. Hósdagin fekk Rannvá Andreasen, sum í fleiri ár hevur verið týdningarmiklasti spælarin hjá KÍ og kanska besti kvinnuligi fótbóltsspælarin í Føroyum yvirhøvur, tvey gul kort og harvið reytt kort. Tí er hon leikbannað í síðsta dystinum.