Danska blaðið, sum gjørdist heimskent av Muhamedstekningunum talar alment ímóti, at Grønland fær sjálvstýrið í 2016 Leiðarin hjá Jyllandspostinum skrivar nú alment ímóti, at Grønland tekur stig til sjálvstýrið í 2016. Blaðið metir, at livistøðið í Grønlandi fer at lækka niður á eitt menningarlandsstøðið, tí ætlanin er púra órealistisk við einum so stuttum skoðbrái. Komandi grønlendska sjálvstýrið fer at krevja eina menning, sum fer at taka ártíggjir at byggja upp. Eisini um Grønland finnur olju. Slíkum eigur ein ikki at eksperimentera við skrivar tann avgjørdi leiðarin hjá Jyllandspostinum. Blaðið viðgongur tó, at tað hevur gingið ?eitt sindur framá? tey 29 árini heimastýrið hevur virkað. Ríkisveitingin úr Danmark er nú 35% av grønlendsku fíggjarlógini. Í 1979 var ríkisveitingin 65% av grønlendsku fíggjarlógini. Grønlendingar eiga ikki at byggja framtíðarætlanir sínar á ynskidreymar um risainntøkur frá olju, mineralum, og vatnorku, sum øll eru á kanningarstigi í Grønlandi.