Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Europa League vóru leiktar í kvøld.
Í Hollandi leiktu AZ Alkmaar og Benfica. Benfica vann tann dystin 0-1 við málið frá Eduardo Salvio, sum hann gjørdi stutt inn í seinna hálvleik.
Í Sveits vann FC Basel kanska heldur óvæntað ein tryggan 3-0 sigur á Valencia. Stóra hetjan á FC Basel liðnum var argentinski miðvallarin Matias Delgado, sum í fyrra hálvleiki skoraði tvey mál. Í síðsta minutti av leiktíðini eydnaðist Basel at økja um munin til 3-0. Tann sum skoraði tað triðja málið var Valentin Stocker.
FC Porto vann á heimavølli 1-0 móti Sevilla. Einsamalla málið í dystinum kom eftir 31 minuttum, tá verjuleikarin Eliaquim Mangala skoraði.
Í Fraklandi leiktu Lyon og Juventus. Tað sá leingi út til at dysturin skuldi enda við málleysum javnleiki, men heilt móti endanum eydnaðist tað Juventus at skora. Tað var verjuleikarin Leonardo Bonucci, ið skoraði einsamalla málið í dystinum, tá hann móti endanum var komin framvið til eitt hornaspark.
AZ Alkmaar - Benfica 1-0 (0-0)
0-1 Eduardo Salvio, 48
Basel - Valencia 3-0 (2-0)
1-0 Matias Delgado, 34
2-0 Matias Delgado, 38
3-0 Valentin Stocker, 90
FC Porto - Sevilla 1-0 (1-0)
1-0 Eliaquim Mangala, 31
Lyon - Juventus 0-1 (0-0)
0-1 Leonardo Bonucci, 85









