Juventus úti úr steypakappingini

Kreppurakta Juventus fekk aftur ein frammaná, tá teir í gjár spældu móti Inter í italsku steypakappingini. Diego legði gomlu damuna á odda, men sum tað fleiri ferðir hevur lagað seg hetta kappingarárið, so snaraði dysturin aftur skeivan veg hesaferð. Lucio javnaði, tá einir 20 minuttir vóru eftir at spæla, og dygst undan leikloki skoraði Mario Balotelli sigursmálið fryi Inter. Sessurin hjá fyrrverandi stórspælaranum, Ciro Ferrara, er nú av álvara farin at ridla, og eitt av nøvnunum, sum verður nevnt sum avloysari, er Michael Laudrup, sum áður hevur spælt fyri Juventus.