Italska Juventus hevði møguleikan at leggja seg á odda í seriu A, tá teir á heimavølli spældu móti Bologna. Leingi tóktist sigurin eisini gerast veruleiki, men í seinastu sekundunum javnaði Martins Bolzan fyri Bologna, sum soleiðis fekk eitt stig við sær úr dystinum.










